Hávur gevur kurvabóltinum nýtt lív

Hávur úr Klaksvík tapti fyrsta dystin, men kurvabóltur er í framgongd

Føroyameistararnir úr Ravni vunnu ein tryggan sigur á Hávi í Trygd-kappingini leygardagin. Endaliga støðan gjørdi 50-27 til Ravn, eftir at hálvleiksstøðan var 21-10 til Ravn. Hetta er fyrsti dysturin hjá nýggja felagnum úr Klaksvík.

 

Tað var sjónligt at byrja við, at bæði liðini ikki vildi leypa framav. Hetta hevði við sær, at tað vóru serstakliga fá stig fyrsta fjórðingin. Sjey til Ravn og tvey til Háv. Hávur kom munandi betur við í dystin, sum dysturin leið og nærkaðust Ravni heilt nógv í 3. fjórðinginum. Men orkan teir nýttu til hetta manglaði seinni og endin gjørdist, at Ravnur vann at tryggan sigur, tá ið samanum kom.

 

Hetta var fyrsti dysturin hjá Hávi nakrantíð og unga liðið úr Klaksvík vísti veruliga, at ein bjørt kurvabóltsframtíð er í Klaksvík. Ravnur prógvaði, at teir verða ein partur av oddastríðnum í ár, sjálvt um teir hava mist fólk til hetta kappingarárið.

 

Fyri Ravn skoraði Bergur Gregersen 24 stig og fyri Háv skoraði Kristmund Petersen 8 stig. Komandi dystur í Trygd kappingini verður í Klaksvík, har Hávur tekur móti Hamar 2. Tann dysturin verður leiktur 28.oktobur.