Tey, sum spæla sær í sjónum úti fyri strondini í Walton County í Florida, hava vanliga ikki fyri neyðini at stúra fyri hávi, men um vikuskiftið hendi kortini tað, at ein hávur drap eina 14 ára gamla gentu.
Hetta er tað fyrsta hávaálopið har í meiri enn 70 ár, og serfrøðingar siga, at tað hendir neyvan heldur aftur í bræði. Serfrøðingurin George Burgess, sum í mong ár hevur kannað atburðin hjá hávi, sigur við AP, at talan var um ein serstakan tilburð, og hann heldur ikki, at fólki nýtist at stúra fyri fleiri slíkum álopum.
Myndugleikarnir hava latið strondina í Walton County uppaftur, men vaktarhaldið er styrkt munandi.
Tað hendir annars javnan, at hávar leypa á fólk aðrastaðni fram við Florida-strondini, men tað er sjáldan, at álopini kosta mannalív. Seinast var í 2001.









