Tað letur til, at filmsstjørnan Kevin Spacey sleppur undan rættarsak, hóast ákærur um óhóskandi og nærgangandi atburð.
Tann, sum kærdi Spacey fyri ágang, og sum eisini var høvuðsvitni, andaðist knappliga herfyri, sigur advokaturin hjá viðkomandi við útlendskar miðlar.
Hendingarnar eru, eftir hvat sigst, farnar fram í privatum heimi í Malibu, California, í 2016, har tann, ið kærdi, var vøddamýkjari, og segði seg fleiri ferðir vera noyddan at nerta, har hann ikki átti ella hevði hug.
Tann, ið kærdi, skuldi vitna anonymt undir navninum John Doe, og miðlar vita ikki annað, enn at talan var um miðaldrandi mann.
Avvarðandi hjá manninum skulu nú taka støðu til, um tey ætla, at sakin móti Spacey skal halda fram.
Síðani 2017 eru sera nógvar ákærur komnar fram móti Spacey, sum verður settur í samband við minst 20 tilburðir á Old Vic sjónleikahúsinum í London, har atferðin hevur verið óhóskandi og ágangandi, umframt fleiri tilburðir í samband við filmin The Usual Suspects og røðina House of Cards.
Í 2018 gavst ákæruvaldið í statinum Massachusetts at føra sak móti Spacey, har hann segðist hava verið ágangandi móti 18 ára gomlum manni í 2016, men hesin tók ákærur sínar aftur.