Tað var enn einaferð Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum helt vælkomstrøðuna á Stangarbrúnni í morgun, áðrenn landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, setti Føroya Sjómannadag.
Borgarstjórin byrjaði við at endurgeva J. Símun Hansen, sála, og segði, at í Føroyum eins og í øðrum londum er tað líkindini hjá vinnulívinum, sum fyrst og fremst eru avgerandi fyri, hvussu nógv fólk kunnu liva í einum landi, og hvussu væl tey kunnu liva.
- Við sínari legu mitt í Norðuratlantshavi høvdu Føroyar ein náttúrligan fyrimun fram um mong onnur lond til at reka fiskivinnu. Men hesin fyrimunur hevði verið lítið verdur, um landið ikki átti framskygdar menn, sum við áræði dugdu at fáa nakað burtur úr honum.
Endurgevingarnar hjá Símuni hevði Gunvá við Keldu úr bók hansara, Havið og vit 1.
Úr somu bók vísti borgarstjórin eisini á, at miðskeiðis í 1800-talinum verða Føroyar drignar inn í ta menning í vinnulívsmálum - og eisini í fiskiskapi - sum fór fram í grannalondunum. Úrslitið verður, at fornu búskaparlíkindini, sum ikki kundu føða meiri enn 5.000-6.000 sálir, fara at hvørva. Í staðin fáa vit fiskivinnuna, sum hevur skapað nógv betri livikor fyri nógv fleiri fólkum, sum J. Símun Hansen skrivar.
- Fiski-og sjóvinnan, sum hesin farni mentamaður soleiðis umrøddi í 1960, er sum kunnugt framvegis høvuðsvinna okkara og hevur enn í dag alstóran týdning fyri land og fólk okkara.
Gunvá við Keldu vísti á, at tað er hesa vinnu og ta mentan og umhvørvi, sum hoyrir til hana - og tey framskygdu sjófólk, sum vit tíbetur eisini í dag eiga fleiri av - sum Føroya Sjómannadagur vil heiðra og seta í miðdepilin.
- Tað má sigast, at higartil hevur hesin hátíðardagur eydnast væl, og tað er mær ein gleði og framíhjárættur at bjóða øllum vælkomnum á Føroya Sjómannadag 2012, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, m.a. í síni vælkomstrøðu í morgun.