Tórshavnar Býráð hevur nú givið eini av høvuðsgøtunum í Havn, nýtt navn.
Talan er um Havnargøtu, sum gongur av Kongabrúnni yvir á Skansan. Ein trupulleiki við tí er, at húsini longri úti á bryggjuni, Taks, og onnur hús, hava í roynd og veru onga adressu havt, tí Havnargøta røkkur ikki heilt út hagar.
Men nú hevur býráðið so samtykt, at hereftir skal allur vegurin, av Kongabrúnni, út á Molan, eita Eystara Bryggja, akkurát, sum vit hava eina Vestaru Bryggju.
Tað munnu annars vera fleiri, sum ikki hava givið sær far um, hvussu Havnargøta hevur itið. Eitt sigandi dømi um tað, fingu vit á býráðsfundinum hóskvøldið, tí tá mátti róthavnarkonan, Gunvør Balle, ásanna, at hóast hon hevur búð í Havn at kalla alt sítt lív, hevði hon ongantíð givið sær far um, at vegurin nevndist Havnargøta.
Tað er ikki einasti vegur, sum nú hevur fingið navn. Vegurin til útstykkingina í Dalinum Langa, hevur bara verið kallaður við Dalin Langa, og í kommunuætlanini hjá býráðnum er økið kallað Heyggurin. Men nú hevur vegurin so fingið navnið Stórabrekka.
Tað eru fleiri brekkur í Havn, bæði Brattabrekka, Mannbrekka og Brekkugøtu, og Heðin Mortensen stúrdi fyri, at fløkja kundi koma í allar hesar brekkurnar, helst tá ið sjúkrabilur, ella brandbilur, skuldu á staðið í skundi.
Í hesum sambandi minti Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi, á, hvussu stóran týdning tað hevur at ansa sær, tá ið nøvn verða sett á gøtur og pláss. Eitt dømi er nýggja útstykkingin í Kollafirði, sum í fleiri ár bara er kallað útstykkingin í Hamrabøi.
Men hetta vilja kollfirðingar ikki kennast við, tí teir siga, at tað hevur altíð itið í Homrum, og Marin Katrina Frýdal heldur, at tað er keðiligt, at nøvn soleiðis koma skeivt fyri, tí vandi er fyri, at tað slepst ikki av aftur við tey. Men fyri at bjarga støðuni, arbeiðir umsitingin í Tórshavnar býráði nú upp á at fáa broytt staðarnavnið aftur í allari málsviðgerðini.
Og økið undir nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum er bara kent sum Rundingur, men tann vegurin av Rundingi út í Álaker, skal nú eita Álaker.