Høvuðsvegir í Havn stongdir í dag

Í sambandi við heilsurenningina í dag verður ferðslan í Havn nógv darvað, tí fleiri høvuðsvegir verða stongdir

Av Tórshavnar kommunu verður sagt, at spurningurin um trygdina á almenna vegnum hevur verið ein afturvendandi spurningur.

– Bæði fyrireikarar, vegmyndugleiki og ferðslumyndugleiki eru sannførdir um, at eingin ferðsla eigur at verða loyvd á rutuni, har runnið verður, tí mett verður, at hetta er við at skapa ótryggleika fyri bæði bilførarar og luttakarar í heilsurenningini, skrivar torshavn.fo

Tórshavnar kommuna og løgreglan heita á øll húski, ið búgva fram við vegateininum, har runnið verður, um vinaliga at lata bil, motorsúkklu ella prutl standa, meðan runnið verður. Er talan harafturímóti um bráðfeingis flutning, skal boðast frá á tel. 112.

TRÝST HER fyri at síggja, hvørjir vegir verða stongdir.