Høvuðstaðurin í framtíðar frásjón

Andrea Heindriksdóttir
---------

Í valstríðnum uppundir bý­ráðsvalið fyri góðum mánaði síðani var mentanarøkið nógv frammi.
Hetta kemst ikki av ongum, tí økið er serstakliga um­ráðandi fyri okkara nú­tíðarsamfelag, ikki minst tá vit hugsa fólkavøkstur.
Tónleikur og onnur list eru saman við skúla fremstu átøk til at fáa eitt livandi og gevandi samfelag, har fólk trívast og støðast.
Mín vón er, at hetta økið fær góðar og rúmligar um­støður á fíggjarlóg Tórs­havnar Býráðs komandi setu. Fyri framman er nýggj­ur musikkskúli og betran av umstøðum til tónleik og list við at gera Reinsaríið til spælistað og at skapa umstøður til listaverkstaðir og at byggja nýggjan fólka­skúla.
Harafturat má Tórs­havnar Býráð fara í samskifti við landsmyndugleikarnar um bygging av Tjóðpalli og konserthøll á Skálatrøð.
Vælvitandi at hettar eru stórar íløgur, so má ein ætlan leggjast, so hesi sera átrokandi mál kunnu fremjast í nærmastu fram­tíð.
Vit mugu staðfesta, at okkara samfelag eins og onnur í nógv størri mun í framtíðini, verður bygt á kreativitetin hjá einstaka borgaranum, og tí er al­neyð­ugt at hava hettar fremst fyri, tá útbyggingar skulu ger­ast.
Mín vón skal vera, at mentanarøkið fer at liggja frammarlaga, nú nýggja bý­­ráðið fer til verka, og at ítøki­­ligar ætlanir verða á mentanarøkinum í nærm­astu framtíð.
Eg fari at takka øllum teim­um mongu, sum settu krossin við lista E og við meg persón­liga til valið, og fari at ynskja nýggja Býráðnum blíðan byr og góða eydnu við býráðs­arbeiðinum komandi fýra árini.