Søgan um komandi barnið hjá Sissal og Robert er bæði høvuðssøga á internetsíðunum hjá bæði BT og Ekstrablaðnum í dag. Av øllum hendingunum í Danmark um vikuskiftið og ikki minst uttan fyri Danmark, hevur søgan um barnið hjá Sissal og Robert eftir øllum at døma størstan áhuga hjá lesarunum.
Tað er føroyingurin, Fróði Holm Knudsen, sum dagliga starvast á BT, sum hevur gjørt samrøðuna við Sissal og Robert, har tey fortelja um komandi barnið hjá teimum.
Fróði Holm Knudsen hevur fylgt Big Brother sendingunum í ár fyri BT, og vit hava spurt hann, hví søgan um barnið hjá Sissal og Robert er høvuðstíðindini hjá BT í dag.
Stóran áhuga
-Tilfar um Big Brother verður ótrúliga nógv lisið av okkara lesarum. Á BT-online(heimasíðan hjá BT, blðm), eru vanliga um 2.mio lesarar, og hvørja ferð vit hava havt eina søgu um Big Brother, verður tann søgan lisin mest internetinum. Eg giti, at tað sama ger seg galdandi við papírsblaðnum hjá BT, svarar Fróði Holm Knudsen
Hann vísir á, at tað altíð er ein hørð kapping á BT, um hvør søga verður høvuðssøga hjá blaðnum, og nógv fólk fara óivað at lesa søguna um Big Brother barnið hjá Sissal og Robert, og tí er søgan raðfest sum høvuðssøga hjá BT í dag.