Fólktalið í Føroyum veksur støðugt, og verður hugt eftir gongdini síðani aldarsskiftið, veksur serliga høvuðsstaðarøkið í stórum.
Uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at síðani ár 2000 eru Havnin, Argir og Hoyvík vaksin við meiri enn 2700 fólkum. Serliga er fólkatalið í Hoyvík, har nógv nýbygging hevur verið, vaksið nógv. Seinastu 16 árini er fólkatalið vaksið við meiri enn 1600 fólkum í Hoyvík.
Í Havn vaks fólkatalið ikki so nógv frá 2000 til 2010, men hesi seinnu árini hevur vøksturin verið munandi størri – síðani aldarsskiftið hevur vøksturin verið sløk 600 fólk.
1. juni búðu samanlagt 18.830 fólk í Havn, Hoyvík og á Argjum.
Í Tórshavnar kommunu, sum eisini umfatar aðrar bygdir, búðu 1. juni 20.693 fólk.










