Høvuðsstaðurin úr aftur skugganum

FCK er nýtt oddalið í superliguni, har tað tykist vera sera torført at rokna úrslitini út. Tað sást eitt nú, tá báðir uppflytararnir komu úr Jyllandi og aftur í høvuðsstaðin við fullari úrtøku

SUPERLIGAN

Tað gongur skjótt hvønn vegin í donsku superliguni. Fyri einari viku síðani vóru tað bara felag uttanfyri Keypmannahavn, sum vóru á fýra teimum ovastu plássunum. Eftir at níggjunda umfarið er spælt, eru tað við einum undantaki aftur feløgini í Keypmannahavn, sum eru á fremstu plássunum.
Óvanliga summarveðrið í Danmark var burtur sunnudagin, tá tað var rættuliga heystligt við vindi og regni.
Mest óvæntaðu úrslitini mundu vera, at tey bæði uppflytaraliðini úr útjaðaranum av Keypmannahavn komu aftur úr Jyllandi við fullari úrtøku.
Farum vann 3?1 í Aalborg. Mesta tosið um tann dystin snúði seg um málið, sum AaB skoraði heilt tíðliga, men sum hvørki dómarin ella linjuverjin sóu. Á sjónvarpsmyndunum var tað týðuligt, at bólturin hevði verið væl og virðiliga innanfyri málstrikuna.
Støðan er ikki ókend. Tað kann Ulrik Balling, sum nú er í NSÍ, skriva undir uppá. Í einum dysti fyri Vejle í vár, varð eitt mál hjá honum burturdømt akkurát upp á sama máta, sum tað var, tá Allan Gaarde úr AaB royndi við fløtum langskoti ímóti Farum málinum. Bólturin tók í ein lítlan jarnsteyra, sum var boygdur frá stólpanum og niður í jarnstongina, sum gongur aftur frá stólpanum. Dómarin mundi halda, at bólturin tók í stólpan og støkk aftur í spæl, men sjónvarpsmyndirnar vístu, at hann hevði verið innanfyri.
Tá málið hjá Ulrik Balling ikki vað góðkent í vár, varð varskógvað um trupulleikan við jarnstongini, og tá varð hon sagað burtur á onkrum vølli. Í gjár fóru teir til verka á øllum stadion, har teir ikki høvdu fingið trupulleikan av vegnum tíðliga í ár.
Støðan var 0?0, tá AaB var óheppið á heimavøllinum.
Í Viborg mundi heimaliðið ikki taka avbjóðingina í nóg stórum álvara ímóti Køge, sum ikki hevur staðið seg so væl higartil. Næstseinasta vikuskifti vunnu teir í Viborg 6?0 á Esbjerg, og so mundu teir ikki rokna við, at botnliðið fór at verða nakar trupulleiki.
Viborg legði seg á odda, men so fóru gestirnir at gera um seg. Teir takkaðu fyri, tá eftiransingarnar ikki vóru nóg nærlagdar, og heimaliðið fekk eina lektión í, at øll liðini í superliguni eru vandamikil, um tey ikki verða tikin í stórum álvara.

UEFA árinið
Eftir 4?1 avhølvingina hóskvøldið í Bulgaria var væntandi, at teir í Brøndby fóru at verða moyrir. Men tað tóktist ikki bila, tí teir í FCM vóru uppaftur moyrari, eftir at teir hóskvøldið høvdu vunnið 1?0 á heimavølli ímóti kroatiskum mótstøðuliði í UEFA Cup.
Mesta tosið í sambandi við 4?0 heimasigurin hjá Brøndby snúði seg um Peter Foldgast, sum skoraði tvey mál, tá hann loysti Peter Madsen av. Hesin seinni lá í seingini, tí hann hevði ilt í búkinum.
Ókendi álopsmaðurin, Peter Foldgast, fekk í summar at vita frá Michael Laudrup, at hann ikki var nóg góður til a hópin, tí Laudrup helt hann ikki vera kropsliga nóg væl fyri. Tað varð ungi maðurin sjálvandi vónbrotin av. Men fyri tveimum vikum síðani varð hann fluttur upp í besta hópin, og sunnudagin takkaði hann so rudduliga fyri, tá hann fekk møguleikan.
OB stríddist hóskvøldið fyrimyndarliga í øllum regninum í Celta Vigo í Spania, har teir taptu 2?0 í UEFA Cup kappingini. Sunnudagin var OB í Esbjerg, og har sást klárt, at teir úr Odense ikki høvdu fingið møðina úr kroppinum og sinninum. Esbjereg smurdi teir av 5?0. Tað kann ikki sigast annað, enn at tað hevur gingið upp og niður hjá heimaliðnum. Eftir 3?0 sigurin á heimavølli ímóti FCK, tapti Esbjerg næstsíðst 6?0 í Viborg, og nú vunnu teir 5?0 á OB. Heimaliðið hevði møguleikar at vinna uppaftur størri sigur.

Zidan avgjørdi
2?0 sigurin hjá FCK í Parkini var tann triði upp í slag, har heimaliðið bant fullkomuliga fyri í verjupartinum.
Einar tíggju minuttir burtur frá Parkini í bili varð eisini spælt í superliguni. Í Gladsaxe eru karmarnir ikki so pompøsir, sum teir eru í Parkini, og áhugin fyri heimadystunum hjá AB er ikki tann sami, sum hann er fyri teimum hjá FCK. Tað vóru millum seytjan og átjan túsund í Parkini, og tað vóru millum seytjan og átjan hundrað í Gladsaxe. Hesi fóru væl hýrd til hús, tí heimaliðið vann 1?0 á Silkeborg, sum nú er aftast.
Í donsku miðlunum verður gjørt burturúr, at tað var Zidan hjá AB, sum skoraði einasta málið. Hesin Zidan eitur Mohammed til fornavn. Hann er ættaður úr Egyptalandi, og hann hevði bara verið eitt hálvt minutt á vøllinum, tá hann í 2. hálvleiki skoraði einasta málið.