KAPPRÓÐUR
Havnar Róðrarfelag er størsta kappróðrarfelagið í landinum, og HR plagar at vinna nógvar sigrar. Tað kann gott vera, at tað eisini í ár fer at vera soleiðis. Manningarnar hjá HR gera nógv við venjingina, og traditiónirnar plaga at hava stóran týdning, men á Norðoyastevnu vunnu bátarnir hjá HR ongan róður.
Tað er sjáldsamt, at Havnar Róðrarfelag ikki vinnur á Norðoyastevnu. Okkurt árið, tá ið kappingarnar ikki vóru so nógvar, sum tær eru nú, hevur HR vunnið allar róðrarnar í Klaksvík, og í fjør vóru manningar hjá HR bestar í trimum av sjey FM róðrum á Norðoyastevnu.
Hesa ferð vórðu sigrarnir lutaðir út á fleiri feløg. Høvuðsstaðurin eigur nógv flestu manningarnar, og hóast tað ikki hilnaðist so væl hjá Havnar Róðrarfelag hesa ferð, so vann høvuðsstaðurin kortini næstan helmingin av róðrunum. Argja Róðrarfelag vann ein róður 5-mannafør gentur og Róðrarfelagið Knørrur vann tveir róðrar 5-mannafør dreingir og 8-mannafør.
Størsta róðrarfelagið uttanfyri høvuðsstaðin er tað á Skálafjørðinum. Á Norðoyastevnu vann Kappróðrarfelagið NSÍ tveir róðrar. Sølmundur var bestur í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, og Eysturoyingur vann kappingina millum 10-mannaførini.
Vágarnar tykjast at vera væl fyri í ár. Riddarin úr Miðvági vann kappingina millum 6-mannafør við kvinnum, og Ørnin úr Miðvági vann kappingina millum 5-mannafør við kvinnum.