Høvuðsstaðurin í Kasakstan fær nýtt navn

Býurin verður uppkallaður eftir undanfarna forsetanum, Nursultan Nazarbajev

Stjórnin í Kasakstan hevur samtykt eina heldur óvanliga broyting. Høvuðsstaðurin í stóra asiatiska landinum skal skifta navn fyri at vera uppkallaður eftir landsins undanfarna forseta, Nursultan Nazarbajev.

 

Sostatt skiftir høvuðsstaðurin í Kasakstan navn frá Astana til Nursultan.

 

Týsdagin legði 78-ára gamli Nursultan Nazarbajev frá sær sum forseti, eftir at hava røkt sessin í sløk 30 ár. Í hansara stað kemur 65-ára gamli Kassym-Jomart Tokajev.

 

Nýggi forsetin skeyt upp at æra fyrrverandi forseta við at umdoypa høvuðsstaðin eftir honum. Nursultan Nazarbajev var nevniliga fyrsti forseti í Kasakstan.