Fótbóltur
Tveir teir fyrstu triðingarnir av fyrsta triðinginum av hesum kappingarárinum eru av. Tað eru nógv stig eftir at spæla um, og tískil kann nógv framvegis venda øðrvísi, tá ið kappingin verður liðug, enn tað nú ger. Kortini man lítið fara at vera at ivast í, at tey flestu, sum nú kappast í toppinum, eisini fara at vera við í tí kappingini, tá ið oktober fer at nærkast, og at tey, sum nú kenna strongd av botnspøkilsinum, eisini um fimm mánaðir fara at stríðast fyri at sleppa undan tveimum teimum aftastu plássunum.
Søgan sigur, at uppflytararnir ofta teljast millum niðurflytararnar. 07 Vestur er næstaftast og harvið fyribils kandidatur til niðurflyting. Hin uppflytarin, AB, hevur í seks teimum fyrstu umførunum vunnið sjey stig.
Hóast AB hesa ferð legði rygg til stórtap á útivølli ímóti nýggja oddaliðnum, HB, so hevur áræðið og framfýsnið verður so mikið stórt hjá ungu monnunum, at teir ivaleyst fara at vísa seg at verða drúgvir.
Um tað eydnast AB at halda tørn, so kann tað væl fara at vísa seg, at høvuðsstaðurin í 2010 fyri fyrstu ferð verður umboðaður í bestu fótbóltsdeildini av fýra feløgum. FC Hoyvík vann leygardagin á útivølli ímóti oddaliðnum higartil, B68, og nú eru hoyvíkingar oddalið í 1. Deild!
Eftir seks umfør eru KÍ og 07 Vestur á tveimum teimum aftastu plássunum. Soleiðis sum næstbesta deildin er samanskrúvað, so ber tað illa til at ímynda sær annað, enn at í hvussu so er eitt felag úr Suðuroy ella Sandoy næsta ár verður við í fremstu røð. Harvið verður ytsti fótbóltsútjaðarin umboðaður. Norðanfjørðs kann støðan gerast tann, at níggju feløg vera úr høvuðsstaðnum og úr Eysturoy, og at hvørki Klaksvík ella Vágar fara at spæla annað enn leygardagsfótbólt.
Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður. Eftir 6. umfar er neyðugt hjá KÍ at brúka í hvussu so er tvey umfør fyri at sleppa av niðurflytingarplássi. Sunnudagin fer 07 Vestur at vitja í Klaksvík, og um tað heldur ikki ta ferðina fer at eydnast KÍ at vinna, so verður neyðugt við fleiri umførum bara fyri at sleppa av aftasta plássinum.
Í hinum endanum fer NSÍ at vitja B36, HB fer til Fuglafirðar og EB/Streymur út á Argir. Tað boðar frá spenningi, og tað verður ikki minni spennandi, tá ið B68 fer at vitja Jógvan Martin Olsen í Gøtu, og harvið fer at spæla á útivølli fyri fimtu ferð í ár.
Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini verða mikukvøldið. Tí verða allir dystirnir í 7. umfari spældir sunnudagin. Víkingur fer mikukvøldið inn um Varmakeldueið, og EB/Streymur fer at vitja á Argjum.