Tað byrjar at síggjast so smátt í høvuðsstaðnum, at tjóðarhátíð føroyinga er í nánd. Húsaveggir verða málaðir, grasplenur verða slidnar og riggað verður so spakuliga til, at høvuðsstaðurin kann vísa seg frá sínari bestu síðu, tá føroyingar flokkast til miðstað landsins at hátíðarhalda ólavsøku.
Serliga væl sæst tað á Skálatrøð har stóra parkeringspláss er stongt, meðan stóru tjøldini, ið húsa ymiskum aktivitetum til børn og barnsliga sálir, verða reist.
Myndamaðurin hjá okkum var úti í dag og tók hesar myndirnar av fyrireikingunum.