Høvuðsstaðurin fær nýtt 10-mannafar

Sámal Hansen skal smíða bátin til Knørrafelagið, ið hevur funnið manning til bátin, sum teir ætla skal eita Ormurin Langi

KAPPRÓÐUR

 

Í ár hevur Eysturoyingur verið púra suverenur. Hann hevur onga kapping fingið frá bátum í høvuðsstaðnum. Í hvussu so er trý 10-mannafør hava tað mesta av sumrinum staðið í neystum í høvuðsstaðnum – Havnarbáturin, sum onkra ferðina hevur verið at sæð, Hoyvíkingur og Nólsoyingur.

Men tað er væl hugsandi, at í hvussu so er ein bátur í høvuðsstaðnum næsta ár fer at geva óføru kapprógvarunum á Skálafjørðinum kapping.

Róðrarfelagið Knørrur hevur avrátt við Sámal Hansen, bátasmið, at hann skal smíða felagnum eitt 10-mannafar. Sámal fer í holtur við bátin nakað eftir Ólavsøku, og ætlanin er, at báturin skal verða liðugur eina ferð í vetur.

Sjúrður Gullbein, formaður í Róðrarfelagnum Knørri sigur, at tað eru eldsálir í felagnum og nevndini, sum hava ábyrgd av ætlanini, og at tað er heilt víst, at nýggja 10-mannafarið fer at verða mannað næsta ár:

- Í fjør høvdu vit framúr manning umborð á 8-mannafarinum Knørri. Tað er longu greitt, at fleiri av hesum monnunum fara at verða bulurin í nýggju manningini á 10-mannafarinum. Vit hava samband við aðrar góðar menn eisini, og tað er um tað lagið, at báturin longu er mannaður, sigur formaðurin í Knørrafelagnum.

 

Hoyvíkingur og Ormurin Langi

Á fínu heimasíðuni hjá Róðrarfelagnum Knørri, rk.fo, verður greitt frá, hvussu ætlanin um nýggja 10-mannafarið kom í lag. Har verður sagt, at tey í Knørrafelagnum tosaðu við hoyvíkingar um at fáa Hoyvíking at umboða felagið:

Síðsta summar vóru samráðingarnar lidnar, og hoyvíkingar vildu lata okkum bátin ókeypis við teirri treyt, at hann æt Hoyvíkingur, men skuldi annars vera ogn okkara og bera øll eyðkenni hjá Róðrarfelagnum Knørri, verður sagt á heimasíðuni, sum heldur fram:

Fólk vóru tó ikki á einum máli um, hvørt hetta var rætta leiðin at ganga. Summi hildu tað vera skilagott at fáa Hoyvíkina aftur at sær, tí hon er fólkarík og kann geva felagnum nógvar rógvarar í framtíðini - onnur hildu hinvegin, at Róðrarfelagið Knørrur fór at missa sín samleika og gjørdist eitt hoyvíksfelag heldur enn eitt felag fyri øll. Afturvendandi spurningurin var, hvørt Róðrarfelagið Knørrur ognaði sær Hoyvíking, ella um hoyvíkingar ognaðu sær eitt siðvant róðrarfelag.

Hetta var ein rættiliga prinsipiellur spurningur, sum viðvíkti hjartanum í felagnum, og 26. august varð kallað til eykaaðalfundar um málið. Til henda fundin kom inn uppskot frá Peturi í Gong og Magnusi Gaard um heldur at keypa nýtt tíggjumannafar, sum skuldi eita Ormurin Langi. Tá ið atkvøtt varð, var stórur meiriluti fyri hesum uppskoti, og málið um Hoyvíking fall. Soleiðis endaði málið, og uppskotssetararnir arbeiða nú við at útvega felagnum nýggja farið.

Soleiðis verður sagt á rk.fo, og nú er ætlanin vorðin so mikið ítøkilig, at kjølurin til Ormin Langa verður strektur seinni í summar ella tíðliga í heyst.

 

Stórur vøkstur

Róðrarfelagið Knørrur hevur verið í ógvusligum vøkstri seinastu árini. 8-mannafarið Knørrur og 6-mannafarið Jarnbardur hava leingi verið einastu bátarnir hjá felagnum. Nú eru tvey 5-mannafør komin afturat. Í fjør var tað Jallurin, og í ár er tað Tambar.

- Vit høvdu 23 rógvarar í fleiri ár. Nú eru vit 55, so tað kann ikki sigast annað, enn at talan hevur verið um stóran vøkstur, sigur Sjúrður Gullbein, formaður í Róðrarfelagnum Knørri.

Higartil hevur tað serliga verið á kvinnusíðuni, at Knørrur hevur gjørt um seg. Við 10-mannafarinum vóna teir, at mannligi profilurin fer at verða styrktur.

Í felagnum eru fleiri eldsálir. Tað hevur verið arbeitt við at fáa til vega nýtt neyst.

- Tíverri mugu vit bara staðfesta, at í tí er einki nýtt at frætta í løtuni, sigur Sjúrður Gullbein, sum fegnast um eldsálirnar, sum eru við til at skapa lív og trivna í felagnum, hóast karmarnir ikki eru, sum tey vilja og vóna, at teir eina ferð fara at verða.