Høvuðsstaðurin er settur upp á pláss

Hóast Brøndby og FCK sigast at vera favorittar at vinna DM, so eru tað feløg aðra staðni frá enn úr danska høvuðsstaðnum, sum mynda toppin í superliguni

SUPERLIGAN

Um Brøndby ikki fer at megna at endurvinna meistaraskapin, so verður FCK meistari. Soleiðis ljóðaði tað, tá tað fyri tveimum mánaðum síðani varð mett um, hvussu danska kappingin fór at tørna út.
Tað er væl hugsandi, at tað fer at venda soleiðis, tá øll 33 umførini verða fingin frá hondini. Men eftir at sjeynda umfarið varð spælt mikukvøldið, vísir støðutalvan, at tað næstan er sum í táttinum, at tað, sum vendir niður, vendir upp. Fýra tey fremstu liðini eru úr Jyllandi og úr Odense, og FCK er ikki fremri enn á fimta plássinum.
Meistaraliðið úr Brøndby er eitt stig frá botnplássinum. Tað er púra óhoyrt, og um venjarin ikki hevði verið Michael Laudrup, sum er kanska tann mest avhildni av øllum í danska fótbóltsheiminum, so hevði sekkurin ivaleyst verið frammi í Brøndby.
Stóra stjørnan á Brøndby beinkinum ásannar, at tað hevur ikki hilnast so væl, men samstundis vísir hann á tað fantastiska, at hóast tað hevur roynst heilt illa hjá Brøndby, so eru teir á ongan hátt avskrivaðir í meistarastríðnum. Tað eru bara fimm stig upp til oddaliðið, og tað er einki at tosa um, tá tað framvegis eru 78 stig eftir at spæla um.
Brøndby var hesa ferð í Århus, har áhugin fyri AGF er so stórur nú, sum hann ikki hevur verið í fleiri ár. Omanfyri tjúgu túsund møttu upp at síggja liðið hjá avhildna venjaranum, Poul Hansen, sum hesa ferð hevði ein nýggjan stýrimann á miðvøllinum. Fyrrverandi landsliðsspælarin, Brian Steen Nielsen, er keyptur úr Malmö FF.
Lagið í Århus var av tí besta. Úrslitið var 2?2. Tað skulu teir á heimaliðnum kanska vera mest nøgdir við, men teir vóru á odda 2?1, inntil tað restaði eitt korter. Tá var Brøndby miðvallarin, Morten Wieghorst sera heppin. Við hælinum stýrdi hann frísparksinnleggi í málið. Ferðin, intensiteturin og harvið undirhaldsvirðið vóru høg alla tíðina, og einki er at ivast í, at áskoðarafjøldin í Århus framvegis fer at vera stór í heyst.

Nýtt oddalið
Undan sjeynda umfarinum var AaB oddalið. Teir vóru í Odense, og har eydnaðist tað heimaliðnum at vinna og harvið at trýsta AaB niður á næstfremsta plássið. OB vann 2?0, og teir vóru hepnir. Upp á nógvar mátar líktist dysturin honum, tá AaB fyri tíggju døgum síðani vann 3?0 á FCK. Tá hevði FCK mesta spælið, men AaB skoraði málini. Hesa ferð hevði AaB mesta spælið, men tað var OB, sum skoraði málini. Teir staðfestu sigurin, tá AaB av øllum alvi stríddist fyri at javna.
Hjá OB eru avbjóðingarnar nógvar og stórar. Tað, sum er eftir av hesum mánaðinum, skulu teir spæla seks dystir. Teir skulu bæði spæla ímóti Brøndby og FCK, og so skulu teir í UEFA Cup hitta Celta Vigo.
Við sigrinum á FCK setti Esbjerg seg á triðja plássið. FCK hevði spælt 21 dystir upp í slag uttan at tapa. Nú hava teir tvær ferðir á rað tapt 3?0, og tað er merkisvert, at teir síðani síðst í apríl ikki hava megnað at hildið tætt. Málmunurin hjá teimum er minus tvey.
FCM vann fjórða plássið, tá teir á útivølli vunnu 3?2 á uppflytaraliðnum úr Køge, sum nú er aftast.
Viborg er næstniðast, og teir hava víst lítið higartil í hesum kappingarárinum. Spælið hjá Silkeborg hevur heldur ikki verið serliga merkt av íblástri. Tá hesi liðini hittust í Silkeborg var úrslitið 1?1. Skoðsmálið var, at eingin hevði uppiborið at vinna, og at hvørgin parturin yvirhøvur hevði uppiborið at fáa stig burturúr.
AB hevur havt tað trupult. Teir eru í fíggjarligum óføri, fleiri spælarar eru skaddir, og undan sjeynda umfarinum vóru teir niðast.
Gestirnir mikukvøldið vóru grannarnir úr Farum. Har er Christian Andersen venjari. Hetta var fyrsta vitjanin hjá honum í Gladsaxe, eftir at hann brádliga stakk av til FCK, har hann ikki gjørdist serliga gamalur. Farum venjarin var uppsettur uppá at vísa, at hann eigur eitt betri fótbóltslið, enn teir í AB gera, men tað eydnaðist ikki. AB skoraði í 8. og 14. minutti, og so var tað liðugt.