5-MANNAFØR
Tað er í høvuðsstaðnum, at áhugin fyri kappróðri er størstur. Í hvussu so er um roknað verður út frá áhuganum at taka lut.
Leygardagin vóru tað bátar, sum venja á Havnarvág, sum vunnu allar kappingarnar í 5-mannaførum. Sílið, sum vann í Klaksvík, endurvann sigurin í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Á Norðoyastevnu var Drekin nummar tvey og Blikur nummar trý. Hesa ferð var Blikur nummar tvey, meðan Fípan Fagra og Frúgvin fóru framum Drekan.
Í Klaksvík var Sílið tvær bátslongdir frammanfyri Drekan. Hesa ferð var Sílið eina bátslongd frammanfyri Blik.
Genturnar umborð á Bliki kiksaðu á Norðoyastevnu. Tær endaðu á fjórða plássinum og vórðu næstaftastar. Ta ferðina vann Drekin, og Tjaldrið var næstfremst. Hesa ferð gekk øðrvísi. Blikur var nógv fyrstur á mál. Tær vóru hálva aðru bátslongd frammanfyri Drekan. Í fjør vann Argja Róðrarfelag tríggjar av seks FM kappingum. Sigurin hjá Blika gentunum í Hósvík var tann fyrsti hjá felagnum í ár.
- Vit hingu fastar í startinum í Klaksvík. Tí gekst tað minni væl hjá okkum ta ferðina. Hesa ferð komu vit væl frá startinum, og so royndist tað væl betri, staðfestu fegnu Blika genturnar.
Í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum er spenningurin so stórur, sum tað ber til at vera. Ritan vann í Klaksvik. Sílið vann í Hósvík. Í báðum kappingunum var Fípan Fagra í Klaksvík næstfremst.
Sigurin hjá Sílinum á Fípuni Føgru var meiri sannførandi enn sigurin hjá Rituni var á Norðoyastevnu. Men tað eru so smáir marginalir, sum talan er um, at alt er púra opið.
Úrslitini
5-mannafør, dreingir
1Sílið04:57.07
2Fípan Fagra04:58.18
3Ritan05:00.04
4Drekin05:02.04
5Blikur05:05.23
6Tjaldrið05:06.11
7Tekla05:12.09
8Dúgvan05:28.07
5-mannafør, gentir
1Blikur05:20.03
2Drekin05:25.07
3Tjaldrið05:30.01
4Tekla05:33.21
5Erla Kongsdóttir05:54.11
5-mannafør, kvinnur
1Sílið05:14.08
2Blikur05:17.22
3Fípan Fagra05:19.15
4Frúgvin05:19.22
5Drekin05:20.13
6Firvaldur05:20.17
7Royndin Fríða05:23.16
8Junkarin05:28.09
9Ritan05:28.13
10Ørnin05:29.12
11Falkur05:40.02