Høvuðsstaðurin setur rættuliga dám á landskappingina. Eftir 6. umfar eru meistararnir í HB einsamalt oddalið. Enn eina ferð var HB illa spert, tá ið vanliga leiktíðin var farin, men fyri triðju ferð eydnaðist tað at skora avgerandi mál í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.
B36, sum hevur verið oddalið higartil, var á odda í Vági, men heimaliðið svaraði aftur, og 1-1 bar við sær, at B36 nú er tvey stig aftanfyri grannarnar í HB.
Í kvøld legði AB rygg til 2-0 tap á heimavølli ímóti ÍF. Tapið ber við sær, at AB er isolerað í botninum.
Trý eysturoyarlið renna aftan á HB og B36. Við sigrinum á Argjum lyfti ÍF seg upp á síðuna av B68 og Víkingi. Fyri Víking var tað stórt vónbrot ikki at megna meiri enn málleysan javnleik í Leirvík ímóti B71. NSÍ heimasigurin ímóti EB/Streymi fríggjakvøldið ber við sær, at NSÍ fyri fyrstu ferð í ár hevur lyft seg upp um niðurflytingarstrikuna.
Hósdagin, sum er Kristi Himmalferðardagur, verður botnuppgerð í Streymnesi, tá ið AB fer at vitja.
6. umfar
NSÍ-EB/Streymur 2-1 (0-0)
1-0: Christian Høgni Jacobsen 55.
2-0: Christian Høgni Jacobsen 66.
2-1: Jóhan Troest Davidsen 73.
FC Suðuroy-B36 1-1 (0-1)
0-1: Johan Ellingsgaard 38.
1-1: Mamuka 54.
HB-B68 4-3 (3-2)
1-0: Andrew av Fløtum 19.
2-0: Fróði Benjaminsen 24.
2-1: Jóhan Dávur Højgaard 28.
3-1: Milan Kuljic 31.
3-2: Pól Jóhannus Justinussen 35.
3-3: Oddur Højgaard 89.
4-3: Fróði Benjaminsen 90.
Víkingur-B71 0-0
AB-ÍF 0-2 (0-0)
0-1: Øssur Dalbúð 56.
0-2: Nenad Saric 68.
Støðan eftir 6 umfør
HB 14
B36 12
B68, Víkingur og ÍF 9
NSÍ 7
FC Suðuroy og B71 6
EB/Streymur 5
AB 2
7. umfar
Mikudagin 12. mai
B68-NSÍ
Hósdagin 13. mai
EB/Streymur-AB
B71-HB
B36-Víkingur
ÍF-FC Suðuroy