FM kappró_urin og serliga kappingin um fremstu plássini og harvi_ sigrarnar er fyrst og fremst ein kapping millum bátar og manningar í høvu_ssta_num og í Su_urstreymi. Á Skálafjør_inum vóru allir vinnararnir úr høvu_ssta_num, og ta_ vóru teir eisini í Hvalvík.
At allir vinnararnir hesa fer_ vóru úr høvu_ssta_num var merkisvert, tí hesa fer_ eydna_ist ta_ ikki manningunum hjá størsta ró_rarfelagnum í landinum, Havnar Ró_rarfelag, at vinna nakran ró_ur. Hetta var fyrsta fer_in í f_ra ár, at ta_ í einari FM kapping ikki eydna_ist nakrari manning hjá HR at vinna.
2000 var solti_ ró_rarár hjá størsta ró_rarfelagnum. Tá vunnu teir einki FM heiti, og á Ólavsøku hetta ári_ vunnu teir ongan ró_ur. Sí_ani hava teir vunni_ eitt og fleiri FM heiti á hvørjum ári. Í 2001 var ta_ Havnarbáturin, sum stó_ seg serliga væl og gjørdist meistari, og í 2002 vann Síli_ FM bæ_i vi_ dreingjamanning og gentumanning. Í fjør vóru ta_ dreingirnir umbor_ á Sílinum, genturnar umbor_ á Drekanum og kvinnurnar umbor_ á Gongurólvi, sum vunnu FM, og ein og fleiri manningar hjá HR vunnu á øllum stevnunum.
HR manningar vunnu fyrr í summar í Klaksvík og á Skálafjør_inum. Ta_ megna_u tær ikki á Hvalvík. Men kortini vann høvu_ssta_urin allar seks FM kappingarnar.
Jarnbardur megna_i enn eina fer_ at vinna bæ_i vi_ kvinnum og monnum, og á Argjum var uppaftur størri orsøk at gera burturúr hesa fer_, enn ta_ var leygardagin frammanundan. Tær tríggjar manningarnar hjá felagnum, sum vunnu á Skálafjør_inum, vóru aftur hesa fer_ bestar. Blikur vi_ dreingjum og Blikur vi_ gentum og Argjabáturin. Og so vann Nólsoyingurin kappingina millum 10-mannaførini. Nólsoyingurin heldur til í neystinum hjá Argja Ró_rarfelag, og nólsoyingar fingu tvær móttøkur leygardagin. Fyrst vóru teir vi_ í stórfingnu móttøkuni á Argjum, og so vór_u teir móttiknir í Nólsoy.
Ofta hevur ta_ veri_ solei_is, tá i_ Nólsoyingurin hevur vunni_, at teir hava ró_ út til Nólsoyar fyri at fegnast saman vi_ bygdarfólkinum. Leygardagin var ikki hugsningur um at fara um fjør_in vi_ kappró_rarbáti. Men so komu nólsoyingar vi_ maskinbátum inn eftir kappró_rarmanningini.
At høvu_ssta_urin er nógv stinnastur í kappró_rinum sást væl aftur í kappingini millum 10-mannaførini. Nólsoy er partur av Su_urstreymi og nú eisini av høvu_ssta_num. Teir vunnu ró_urin. Havnarbáturin var nummar tvey, og Hoyvíkingur var nummar tr_.









