Høvuðsstaðarfeløgini vunnu sær fyrimunin

Faxe Kondi-kappingin: Neistin og H71 vunnu fyrru hálvfinalurnar

Tvær tær fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum eru spældar í kvøld. Alt hondbóltsvirksemið hevur verið í høvuðsstaðnum í kvøld, tí í Hoyvík brustu tvey tey fremstu í landskappingini, H71 og VÍF, saman, meðan Neistin tók ímóti StÍF í høllini á Hálsi.

 

Tað vóru eisini kvøldsins heimalið, ið vunnu sær fyrimun undan seinnu hálvfinalunum. Í Hoyvík vóru nógv fólk møtt upp, tá ið tey fremstu í landskappingini hittust. Hoyvíkingar fóru til hálvleiks á odda 15-13, og hesa leiðsluna megnaði H71 at útbyggja til trýmálsleiðslu í seinna hálvleiki og vinna 29-26.

 

Í høllini á Hálsi var talan somuleiðis um javnan dyst, men tó hevði heimaliðið munin allan dystin. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 14-12 til neistamenn, og seinna hálvleik eydnaðist eisini heimaliðnum at vinna við tveimum málum. StÍF kom betur við ein part av seinna hálvleik og javnaði til 23-23, men at enda vann Neistin 28-24 og er frammanfyri við fýra, áðrenn seinnu hálvfinaluna í høllini á Skála.

 

Ímóti dystarendanum á Hálsi fekk Sjúrður Thomassen hjá Neistanum reytt kort og blátt kort. Hetta merkir, at Aganevndin hjá hondbóltssambandinum skal taka støðu til, um leikarin skal fáa leikbann fyri sína brotsgerð ella ikki.

 

Sostatt tóku høvuðsstaðarfeløgini fyrstu tøkini, áðrenn seinnu hálvfinalurnar verða spældar sunnukvøldið klokkan 19 í Vestmanna og á Skála. Við tepru málmununum er tó onki avgjørt enn í stríðnum um at røkka steypafinaluna.

 

Málskjúttarnir í kvøldsins hálvfinaludystum vóru hesir:

 

H71-VÍF 29-26 (15-13)

 

H71: Pætur Thomsen 7, Peter Krogh 6, Helgi Hoydal 4, Jónas Djurhuus 3, Hilmar Leon Jakobsen 2, Dánjal Tórgarð 2, Bogi Gaard Davidsen 2, Rúni Vest Højgaard 2, og Sigmundur Nolsø 1.

 

VÍF: Filip Jojic 9, Áki Egilsnes 8, Agnar Joensen 3, Sjúrður Olsen 2, Bjarti Hansen 2, Julian Olsen 1 og Rói Lamhauge 1.

 

 

Neistin-StÍF 28-24 (14-12)

 

Neistin: Rói Berg Hansen 10, Teis Horn Rasmussen 5, Herbjørn Lava 3, Torstein Balle 3, Teitur Magnusson 3, Torkil Hentze 2, Rune Olsen 1 og Frank Askildsen 1.

 

StÍF: Sveinur Justinussen 7, Kjartan Johansen 5, Borgar Persson 4, Allan Norðberg 3, Pætur Johansen 2, Jónfinn Rasmussen 1, Pætur Joensen 1 og Fríði Djurhuus 1.