Hóast ætlanin er at gera eina miljard kr. í íløgum í føroyska samferðslukervið tey næstu 10-15 árini, so verður økið kring høvuðsstaðin ikki tikið upp á tunguna.
Tað er hóast alt ein sannroynd, at menningin í høvuðsstaðnum er stór. Fólk flyta til Havnar í hópatali, og kortini hava landsins myndugleikar onga ætlan viðvíkjandi ferðslu ella øðrum samferðsluíløgum í býnum.
Tað er rættiliga órímiligt, at bert nakrar fáar stórar íløgur verða tiknar við í eina slíka frágreiðing. Hon átti at havt tikið hædd fyri øllum íløgum á samferðsluøkinum, sum neyðugar eru at gera.
Sum politikari í høvuðsstaðnum sakni eg, at ikki eitt orð er nevnt um hetta økið.
Tað eru longu nógv ár síðan ein avtala varð gjørd um Ytra Ringvegin kring Havnina. Og hóast arbeitt varð við ætlanini í fleiri ár, so verður hon als ikki nevnd í frágreiðingini.
Ytri Ringvegurin skal eftir ætlan byrjar úr landsvegnum norðan fyri Hvítanes, og ganga í Oyggjarvegin. Talan er um landsveg og tí átti hann at verið við í raðfestingini. Ætlanin við Ytra Ringvegnum er, at tey nógvu, sum koma til Havnar hvønn morgun, skulu koyra eftir tí vegnum, um tey skulu í vesturbýin til arbeiðis, ella í skúla.
Og Ytri Ringvegurin hevur eisini til endamáls at bøta um landsvegin til bygdirnar vestanfyri, Velbastað og Kirkjubø, og ikki at gloyma tað neyðuga í einum tryggum landsvegi út á Glyvursnes, har tann nýggi flogvøllurin uttan iva verður.
Eg skilji heldur ikki, hví flogvøllurin á Glyvursnesi ikki er við í eini langtíðarætlan um samferðsluna í Føroyum. Suðuroyingar tosa um flúgving, og einasta stað har talan kann verða um at koma til, er til Havnar. Tað er uttan meining at flúgva úr Suðuroy í Vágarnar, og so koyra aftur til Havnar.
Øll ferðsla eftir sjónum, til og úr Føroyum, gongur eisini um Havnina. Og tí skilji eg heldur ikki, at havnarútbygging í Havn ikki er tikin við í ætlanirnar, ikki minst nú vit nærmast bert tosa um eina komandi oljuvinnu.
Fleiri politikarar í hesari samgonguni hava sagt, at høvuðsstaðarøkið ongan pening fær til íløgur. Og eftir at hava lisið samferðslufrágreiðingina, eri eg komin til ta niðurstøðu, at eingin peningur skal játtast til íløgur í samferðsluna í høvuðsstaðnum.
Ein má bert ásanna, at høvuðsstaðarøkið ongan góðan eigur, tá talan er um samferðsluviðurskiftini.
Heðin Mortensen,
tingmaður
Sambandsfloksins