Høvuðsstøðin hjá Gaddafi bumbað

Flogfør hava í dag bumbað høvuðsstøðina hjá libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi, í høvuðsstaðnum Tripoli. Tað sigur arabiska sjónvarpið Al-Arabiya, sum eisini veit at siga, at tey vesturlendsku flogførini hava eisini bumbað onnur mál í Libya í kvøld.

Hóast áhaldandi bumbu- og rakettálop hevur herurin hjá Gaddafi framt fleiri álop í dag. Millum annað roynir herurin at taka býin Misrata, sum uppreistrarmenninir hava ræðið á. Fólk í býnum hava sagt, at stríðsvognar og kanónir hjá Gaddafi eru í ferð við eitt hópdráp har.

-Sníkiskjúttar skjóta frá hond, og teir hava skotið minst 16 fólk, sigur ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar við tíðindastovurnar.