Tey, sum dagliga koyra framvið høvuðsinngond høvuðsstaðins í Hoyvík hava mestsum hvønn dag sæð eina broytta sjón síðsta árið. Føroya Tele byggir nýtt høvuðssæti, og tað gongur skjótt. So skjótt at tað letur til, at eitt av Føroya størstu arbeiðsplássum kann flyta inn í nýtt umhvørvi ein ella tveir mánaðir fyrr enn ætlað.
- Vit hava roynt ein nýggjan arbeiðshátt í byggingini, har ábyrgdin fyri byggingini er javnt býtt millum Føroya Tele og byggifyritøkurnar, soleiðis at Føroya Tele og byggifyritøkurnar eru felags um at gjalda møguligan eykakostnað og harvið eisini býta møguligar sparingar ímillum sín, sigur Andras Róin.
Og hesin háttur hevur virkað. Tá bygningurin eftir øllum at døma stendur liðugur seint komandi summar, fer hann neyvan at kosta eina krónu meir enn ætlað. Tað er Føroya Tele stjórin rættiliga stoltur av.
- Tað man ikki vera heilt vanligt at føroysk byggiarbeiði bæði eru til tíðina og ikki fara útum kostnaðin, so hesin samstarvsháttur hevur virkað væl, sigur Andras Róin.
Nýggja høvuðssætið hevur verið leingi í væntu, og Føroya Tele hevur leingi havt brúk fyri tí. Gamla høvuðssæti á Tinghúsvegnum var eftirhondini vorðið ov lítið, og tí hevur fyritøkan verið spjadd út á fleiri adressur í høvuðsstaðnum. Tær verða allar frágingnar, tá nýggja høvuðssætið er innflytingarklárt.
Fríggjadagin í hesi vikuni verður reisigildi hildið fyri teimum, sum hava verið við í arbeiðinum at gera bygningin.
Tað er arkitektavirkið Árni Winther, sum hevur teknað nýggja høvuðssætið hjá Føroya Tele.