MAP Arkitektar og ZETA architects vunnu kappingina um nýggja høvuðssæti hjá BankNordik, sum skal byggjast á horninum millum R.C. Effersøesgøtu og Tjaldursveg í Havn.
Talan er um ein bygning fyri umleið 100 milliónir krónur, ið skal vera liðugur á vári í 2015.
Bankin fekk fýra arkitektauppskot til bygningin. Til at meta fakliga um innkomnu uppskotini hava arkitektarnir Osbjørn Jacobsen og Gunnar Hoydal luttikið sum ráðgevarar í tilgongdini saman við leiðslu bankans. Í sínum fjølbroytni góvu øll tey innkomnu uppskotini íblástur til endaligu støðutakanina, men dómsnevndin var á einum máli um at velja uppskotið frá MAP Arkitektum og ZETA architects sum besta uppskot.
Sjálvur sigur BankNordik soleiðis um nýggja høvuðssætið:
Sunnast á høvdini á Húsagarði verður ein savnandi og eyðkendur bygningur settur, lágur í tveimum hæddum, men við útsýni í allar ættir. Skipanin av samlaðu ognini við atkomuvegi og grønum bilplássum geva eina vakra heild við møguleika fyri øðrum virksemi á økinum norður ímóti Tjaldursvegnum. Bygningurin er rundur og eyðkendur, og gevur skapið nógv pláss innan í mun til útsíður og stutta frástøðu millum einstøku partarnar í bygninginum. Avgerandi partur av bygninginum er miðrúmið, sum er eitt torg. Í uppskotinum er víst, hvussu inngongdin verður drigin inn móti miðrúminum, sum við rundari rampu gongur upp gjøgnum báðar hæddir og upp ímóti tí stóra yvirljósinum. Vinnandi uppskotið uppfyllir bankans ynskir um at byggja ein bygning, sum bæði stuðlar undir fjølbroytta kundavirksemi í samtakinum og samstundis skapar eitt gott og mennadi arbeiðspláss við tvørgangandi samstarvi millum ymsu eindirnar.
Í vár seldi BankNordik verandi høvuðssæti og bygningin í Steinatúni til Tórshavnar Kommunu fyri 91 milliónir krónur. Sambært bankanum fer nýggja høvuðssæti at kosta umleið 100 milliónir krónur.
Bankin miðar eftir, at projekteringin av bygninginum er liðug seinna hálvár í ár, soleiðis at byggiverkætlanin kann bjóðast út innan ársskifti. Á várið 2015 skal nýggja høvuðssetrið eftir ætlan standa liðugt í Húsagarði.