Høvuðsnavnið farið á pall

Høvuðsnavnið á G! festivalinum í dag, hósdagin, er nú farið upp á pall. Talan er um danska bólkin Hymns From Nineveh, ið spælir tað, sum mest líkist indi folkpop.

 

Øðrvísi frá undanfarnum árum so spælir høvuðsnavnið hósdagin í ár á spæliplássinum og ikki á sandinum.

 

Enn merkist, at festivalurin ikki heilt er farin á rull. Tó so er spæliplássið fult niðan á bøin, nú Sálmarnir úr Nineve runga í Syðrugøtu, meðan mánin kastar sítt skyn á glaðu festivalgestirnar.