Høvuðsmaðurin tikin

Myndugleikarnir í Pakistan siga, at teir hava tikið ein mann, sum var høvuðsmaður aftan fyri royndina hjá Taliban at beina fyri teirri 15 ára gomlu Malala Yousufzai. Talan er um ein 23 ára gamlan mann, sum býr í Swat-dalinum. Frammanundan hevur løgreglan tikið nakrar aðrar menn og tvær kvinnur, sum sambært løgregluni vóru við til fremja drápsroyndina.

CNN sigur, at níggju fólk eru tikin. Sum skilst er tað ikki heilt greitt, um tann 23 ára gamli maðurin var á staðnum, tá Malala bleiv skotin, ella um hann gav hinum boð um at beina fyri henni.

Malala Yousufzai hevur stríðst fyri rættindunum hjá gentum í Pakistan at fáa sær útbúgving, og tað fekk Taliban at gera eina roynd at beina fyri henni. Hendingin vakti ans um allan heimin og varð hvassliga fordømd.

Malala Yousufzai er á einum sjúkrahúsi í Birmingham í Onglandi, og læknarnir har siga, at tað gongur tann rætta vegin hjá henni.