Tveir politistar hava verið í Íslandi eftir einum litaviskum manni, sum verður mettur av vera høvuðsmaðurin í Íslandi í sonevnda BMW-málinum Í hesum døgum er nevningating í Føroyum. Tveir litavar eru ákærdir fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya. Rúsevnini vóru í bili teirra, og teir ætlaðu als ikki at steðga í Føroyum.
Í Íslandi vórðu tríggir litavar tiknir í sama máli, og ein teirra skal vitna í málinum móti landsmonnum hansara í Føroyum.
Tí fóru tveir politistar til Íslands eftir manninum, og tá ið Norrøna kom inn á Havnina fyri løtu síðan, vóru politistarnir og tann ákærdi við. Ein politistur tók ímóti her, og teir koyrdu beina leið niðan til varðhaldið.