Tað er framvegis eitt høvuðsmál hjá teimum amerikonsku hermonnunum og NATO-hermonnunum í Afghanistan at fáa fatur á yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden. Tað segði ovastin fyri teimum amerikonsku deildunum, generalurin David Petraeus, í gjár.
-Mær kunnugt er tað eingin, sum veit, hvar Osama bin Laden er, segði generalurin í samrøðu við amerikanska sjónvarpið NBC. Hann legði tó afturat, at bin Laden er uttan iva onkunstaðni í fjallalendinum á markinum millum Afghanistan og Pakistan.
-Tað er eitt høvuðsmál hjá øllum, sum berjast ímóti yvirgangi í heiminum, at fanga ella at gera av við bin Laden, segði amerikanski herovastin.