Jóannes Hansen
Í dag er val í USA. Miðvalið er heitið, og tað kemst av, at tað eru tvey ár síðani so at siga stóra valið var, og at tað eru tvey ár, inntil stóra valið verður aftur. Her verður hugsað um amerikanska forsetavalið, sum verður roknað at vera týdningarmiklasta valið í heiminum. Tað verður tað roknað at vera, tí amerikanski forsetin verður roknaður at vera máttmiklasti politikarin á klótuni.
Hetta við tí máttmikla er ikki einvísur sannleiki. Politiska skipanin í USA er soleiðis samanskrúvað, at eingin hevur óavmarkað vald. Forsetin, Kongressin og rættarskipanin skáka hvørt øðrum, og statirnir og býtta valdið í teimum hevur stóran part av valdinum.
Amerikumonnum hevur søguliga líkað væl, at valdið hevur verið lutað sundur millum teir báðar stóru flokkarnar. Tá ið annar hevur átt forsetan, hevur hin ofta átt meirilutan í Kongressini, lóggávutinginum, sum er samansett av Umboðsmannatinginum og Senatinum.
Men um vald skal ítøkiliggerast í einum persóni, so er tað amerikanski forsetin, sum tað snýr seg um. Forsetin stendur ikki fyri vali í dag, men kortini verður tað roknað sum framúr høvi at viga forsetan, tá ið amerikumenn í dag fara á val. Áhugin er stórur í USA, men valluttøkan er fyri einki at rokna sammett við, tá ið tað er løgtingsval. Í Føroyum hava seinastu ferðirnar oman fyri 90 prosent verið á vali. Í USA verður tað mett ikki at vera so galið, um stívliga helmingurin av veljarunum møtir upp á miðvalinum.
Kring heimin verður væl fylgt við í, hvussu tað fer at gangast á valinum í USA í dag. Meiri enn nakrantíð verður valið roknað sum fólkaatkvøða um forsetan. Um Republikanararnir vinna, so verður tað tikið sum álitisváttan um, at amerikumenn taka undir við Bush og serliga politikkinum í Irak. Tað fer aftur at hava týdning fyri eitt nú Tony Blair í Bretlandi og Anders Fogh Rasmussen í Danmark og harvið fyri innanríkispolitiska styrkislutfallið í eitt nú Bretlandi og Danmark.
Kongressin og forsetin
Bill Clinton verður mettur sum ein tann gløggasti og millum amerikonsku veljararnar best umtókti forsetin í nýggjari tíð. Hann flutti inn í Hvítu húsini 20. januar í 1993. Fyrstu árini stóð hann seg illa við langari røð av sjálvmálum. Tað sást aftur í miðvalinum í november í 2004. Tá vann Republikanski flokkurin stórsigur, og síðani tá hava teir sitið á bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum.
George W. Bush vann valið í november 2000 og aftur í november 2004. Merkisvert hevur tað verið, at republikanararnir hava megnað at varðveitt takið á Kongressini. Spurningurin er nú, um teir eisini fara at megna tað eftir valið í dag.
Veljarakanningarnar hava verið nógvar, og tær hava allar bent á, at demokratarnir fara at vinna. Republikanski flokkurin plagar at hava betri endaspurt í valstríðnum, enn demokratiski flokkurin plagar at megna. Soleiðis tykist tað eisini at hava verið hesa ferð. Eftir vikuskiftið vendi rákið republikanarunum til frama. Avhølvingin og eyðmýkingin, sum kanningarnar hava bent á, at republikanski flokkurin skuldi leggja rygg til, tykist nú at skula verða tap, men ikki stórtap.
Valið
Atkvøðuseðilin er langur, sum amerikonsku veljararnir fáa í dag. Umframt til lóggávuvaldið skulu teir eitt nú velja guvernørar ella í gásareygum forsetar í 33 statum, teir skulu velja økis og kommunuumboð, ymsir spurningar – eitt nú um fosturtøku og samkynd - verða í fleiri statum lagdir út til fólkaatkvøðu, og nógvir álitissessir eru fólkavaldir. Um skipanin var tann sama í Føroyum, sum hon er í USA, kundu vit ímynda okkum, at t. d. løgtingsins umboðsmaður og landsgrannskoðarin vórðu fólkavaldir.
Samansetingin av Kongressini - Umboðsmannatinginum og Senatinum - hevur søguligar røtur. Tá ið USA gjørdist samveldi og grundlógin varð snikkað til fyri meiri enn tvey hundrað árum síðani, var ein av telvingunum, um statirnir skuldu umboðast eftir fólkatalinum, ella um teir allir skuldu eiga somu umboðan í lóggávutinginum.
Loysnin varð salemonisk. Í øðrum tinginum, Senatinum, eiga allir 50 statirnir hvør síni tvey umboð ella tilsaman hundrað limir. Í Umboðsmannatinginum eru statirnir umboðaðir eftir fólkatalinum. Fólkaríkasti staturin, California, er býttur í 53 valdømi, sum eftir fleirtalsvalháttinum – tann sami sum verður nýttur í Bretlandi – velja hvør sítt umboð í Umboðsmannatingið. Alaska, Delaware, Montana, North Dakota, South Dakota, Vermont og Wyoming eru fólkafátækastu statirnir, og tað sæst aftur í, at hesir statirnir bara velja ein lim í part í Umboðsmannatingið. Manningin í umboðsmannatinginum er tilsaman 435.
Valskeiðið í Umboðsmannatinginum er tvey ár. Allir 435 limirnir standa fyri vali annaðhvørt ár. Tað ber við sær, at hesir eru so at siga í støðugum valstríði. Valskeiðið í Senatinum er seks ár. At limirnir í Senatinum eru færri, og at valskeiðið hjá teimum er longri, enn tað er hjá teimum í Umboðsmannatinginum, er ein av orsøkunum til, at senatorarnir verða roknaðir at hava størri politiska tyngd enn limirnir í hinum tinginum.
Ein onnur orsøk er, at Senatið eigur nakrar uppgávur, sum Umboðsmannatingið ikki eigur. Eitt nú at góðkenna limirnar í stjórnini og Hægsta rætti, sum forsetin ætlar sær at velja.
Í Senatinum skulu Demokratarnir vinna seks sessir fyri at endurvinna meirilutan, sum teir ikki hava átt síðani 1994. Í Umboðsmannatinginum skulu Demokratarnir vinna fimtan sessir fyri at røkka meirilutanum.
Undan vikuskiftinum vístu fleiri kanningar, at demokratarnir fóru at vinna við 20 prosentum og kanska tjúgu sessir í Umboðsmannatinginum og átta í Senatinum.
Síðstu dagarnar hevur tiltikna republikanska valmaskinan havt fulla guvu undir ketlunum, og í gjár vístu kanningar, at munurin var minkaður til eini fimm prosent. Men framvegis tóktist heilt nógv benda á, at George W. Bush tvey tey síðstu forsetaárini fer at stjórna saman við Kongress, sum bæði í Umboðsmannatinginum og Senatinum verður stýrd av demokratunum.
Í valstríðnum hevur Bush verið í trongum skóm. Hann hevur hjálpt floksfeløgum í statum, har hann hevur verið vísur í at vera fagnaður, og har tað hevur verið lítið ella einki sannlíkt, at floksfelagarnir hjá honum kundu tapa. Har uppgerðirnar hava verið roknaðar at vera tættar, hava republikansku valevnini ikki viljað havt vitjan av forsetanum, sum tey hava kent at vera byrðu heldur enn hjálp. Ætlanin var, at George W. Bush mánadagin skuldi hjálpa floksfeløgunum í Florida, men teir heittu á hann um at halda seg burtur!
Guvernørarnir og forsetavalevnini
Á valinum um tvey ár fara amerikonsku veljararnir aftur at velja 435 limir í Umboðsmannatingið, ein triðing av teimum hundrað senatorunum, ein triðing av guvernørunum og tá skulu teir eisini velja forseta. Tað er púra víst, at nýggjur forseti skal veljast, tí tíðin í Hvítu húsunum er avmarkað til tvey valskeið. Valið verður fyrsta týsdagin eftir fyrsta mánadagin í november 2008, og avloysarin fyri Bush fer at flyta inn í Hvítu húsini 20. januar í 2009.
Hóast talan ikki er um forsetaval í dag, so er eingin ivi um, at valið í dag hevur týdning fyri forsetavalið um tvey ár, tá ið nýggjur forseti skal veljast. Tí er valið hesa ferð serliga áhugavert.
Ein av stóru spurningunum, sum tað kanska fer at fáast ábending um í dag, er, hvør um tvey ár fer at vinna kappingina um at verða uppstillaður fyri republikanska og demokratiska flokkin.
Í dag verða guvernørar valdir í 36 statum. Av teimum 50 guvernørunum eru 28 republikanarar og 22 demokratar. Í 22 av statunum, har tað í dag er guvernørval, er guvernørurin republikanari, og í 14 er hann demokratur.
George W. Bush, Bill Clinton, Ronald Reagan og Jimmy Carter vóru allir guvernørar, áðrenn teir skiftu útinnandi valdið í statum út við Hvítu húsini og útinnandi valdið í samveldisríkinum. Tí kann tað væl hugsast, at onkur teirra, sum í dag verður valdur til guvernør, kanska verður forsetavalevni um tvey ár.
Men tað er ikki altíð soleiðis, at forsetarnir hava royndir sum guvernørar. Dømi um forsetar, sum ikki frammanundan høvdu verið guvernørar, eru eldri George Bush, Gerald Ford, Richard Nixon, Lyndon B. Johnson og John F. Kennedy. Onkrir teirra – eitt nú Nixon - høvdu roynt at vinna guvernørval, uttan at tað hevði eydnast.
Aðrir høvdu verið limir í Umboðsmannatinginum og Senatinum, og onkrir høvdu verið varaforseti (Lyndon B. Johnson, Richard Nixon, Gerald Ford og eldri George Bush).
Millum valini til Kongressina, sum tað er størst áhugi fyri hesa ferð, er tað í New York. Áhugin stavar ikki frá, at spenningurin um úrslitið er stórur. Allar kanningar benda á, at Hillary Clinton fer at endurvinna sessin í Senatinum, sum hon vann á valinum fyri seks árum síðani.
Hóast kríggið í Irak hevur fylt nógv í valstríðnum, so hava nógv valevni roynt at halda fokus á innanríkis spurningum og spurningum, sum hava við einstøku statirnar at gera. Tað hevur Hillary Clinton ikki gjørt. Eygleiðarar rokna valstríðið hjá henni at hava verið lopfjøl, so Hillary eftir valið skal verða mest sum sjálvskrivað at verða forsetavalevni hjá demokratunum og harvið at loysa George Bush av. Um tað fer at bera Bush til tvey tey seinastu árini av síni forsetatíð at betra um syndarliga skoðsmálið, sum amerikumenn nú geva honum, valdast fyri ein part, um hann fer at arbeiða saman við republikanskum ella demokratiskum meiriluta í Kongressini. Tí sigur tað seg sjálvt, at valið er áhugavert fyri Bush, og at Bush er áhugaverdur fyri valið.
Hvussu valúrslitið verður fæst at vita í nátt og tíðliga í morgin, tá ið valið verður liðugt upptalt í Calefornia, har eingin ivi tykist vera um, at Arnhold Schwarznegger verður afturvaldur í guvernørsessin. Ronald Reagan, sjónleikarin og guvernørurin, nýtti í síni tíð guvernørsessin í Calefornia sum lopfjøl til Hvítu húsini. Tað fer ikki at bera til hjá Schwarznegger, sjónleikaranum og nú guvernørinum, sum ivaleyst hevði verið áhugaverdur høvuðsleikari og forsetavalevni hjá republikanarunum. Schwarznegger er føddur í Eysturríki, og amerikanska grundlógin sigur, at forsetin í amerikanska samveldinum skal vera føddur í USA.