Tá eitt stórt fakfelag sum Lærarafelagið ger høvuðsavtalu, er vandi fyri at hini feløgini verða noydd at gera tað sama. Tað er hetta, sum vit mótmæla, sigur Joan Ziskason.
Vit eru ikki óvinir við Lærarafelagið, sum fjølmiðlarnir vilja vera við, men hava bert sagt Lærarafelagnum, hvørji sjónarmið við hava um høvuðsavtaluna.
Í gjár sendi fakfelagsbólkurin, sum umboðar 22 fakfeløg, skriv til Fíggjarmálastýrið, har tey m.a. gjørdu vart við, at tey undir ongum umstøðum fóru at góðtaka eina høvuðsavtalu.
Friðarligt á arbeiðsmarknaðinum
Vit hava góða avtalu sum er. Tað sæst eisini aftur í arbeiðsviðurskiftunum, tí tað er ógvuliga friðarligt á føroyska arbeiðsmarknaðinum - nógv friðarligari enn í londunum kring okkum. Hví leggja bøtur á okkara limir? Tað verður undir ongum umstøðum góðtikið, sigur Joan Ziskason.
Spurd hví so nógv mótmæli er um høvuðsavtaluna hjá Lærarafelagnum, tá sáttmálasamráðingar fyrst eru næsta ár, sigur fakfelagsformaðurin, at tað er neyðugt at fáa ávís viðurskifti upp á pláss, áðrenn samráðingarnar byrja.
Tað, at Lærarafelagið hevur góðtikið høvuðsavtalu er teirra avgerð, og hana mugu vit virða, men bert skal Fíggjarmálastýrið vita, at hini 22 fekfeløgini ikki góðtaka høvuðsavtalu, sigur Joan Ziskason.
Hon er við fakfelagsbólki, sum umboða 22 fakfeløg. Hetta er sjeymannanevnd, sum hevur gjørt uppskot um víðkaðan gerðarrætt - har Lærarafelagið eisini er við.
Nevndin hevur arbeitt í nakrar mánaðir og hevur havt regluligar fundir.
Vit eru til reiðar at taka málið upp á fundi við arbeiðsgevararnar.
Landsstýrið hevur sett nevnd
Harnæst , setti Landsstýrið stutt fyri valið eina nevnd, sum skal gera uppskot viðvíkjandi ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Joan Ziskason er limur í nevndini, og hon vónar at nevndin skjótt sleppur til verka.
Tað hevði verið gagnligt um nevndin kom saman beinanvegin, so vit kundu havt eitt liðugt uppskot áðrenn samráðingarnar byrja í vár, sigur Joan Ziskason.
Hvussu skilir tú tað, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur við Útvarpið, at høvuðsavtalan er góð fyri føroyskasamfelagið?
Hon er bara góð fyri arbeiðsgevaran, og sostatt eisini fyri Fíggjarmálastýrið, sum er stórur arbeiðsgevari.
Vit vilja finna eina loysn í hesum máli og koma til eina semju, men vit vilja ikki góðtaka eina semju, sum áleggur fakfeløgunum - og hervið eisini limunum bót, sigur ein avgjørd Joan Ziskason.