Høvuðpína kostar dønum 5 mia. um árið

10. hvør dani hevur høvuðpínu minst eina ferð um vikuna, og umleið 200.000 danir hava høvuðpínu hvønn dag. Tølini eru frá einum granskingarfelagi, sum eitur Dansk Hovedpine Selskab, skrivar blaðið 24timer.

Granskararnir eru komnir eftir, at høvuðpína er orsøkin til tríggjar mió. sjúkradagar um árið í Danmark, og høvuðpína er sostatt ein tann mest vanliga pínuelvandi sjúkan í Danmark.

Men høvuðpínan er eisini ein samfelagstrupulleiki, siga granskararnir og vísa á, at tríggjar mió. sjúkradagar kosta samfelagnum smáar fimm mia. krónur í goldnum lønum. Harafturat koma framleiðslumissurin, læknavitjanir o. a.