SAMRØÐA
Skopun: Við 92 atkvøðum gjørdist skopuningurin Rúni Hentze nummar tvey á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Sandoynni til seinasta løgtingsval. Nú Páll á Reynatúgvu er vorðin landsstýrismaður, so er ein stólur í nýggjan tingsalum settur av til Rúna Hentze at nýta.
Nýggi sandoyartingmaðurin hevur ongantíð sitið á tingi áður, men hann hevur gjørt nakrar royndir, tí fyrstu ferð, hann stillaði upp, var í 1988, men tað hevur ikki bragdað fyrr enn nú.
Hann goymir seg heldur ikki burtur í bygdamyndini. Forbókstavarnir RH standa á portrinum, so tað kann valla vera nakar ivi.
Allíkavæl mugu vit ringja fyri heilt greitt at frætta, hvar hesin nýggi tingmaðurin heldur til, nú vit hava gjørt av at vitja í oynni.
Altíð Tjóðveldið
Sum nevnt er navnið á nýggja tingmanninum Rúni Hentze. Hann er 51 ára gamal, er giftur og eigur trý børn og fýra abbabørn. Av uppruna er hann argjamaður, men flutti í 1983 til Skopunar, haðani konan er. Starvið hjá honum er skipari, og hann førir til dagligt 50 tonsaran Ingibjørg.
Alt tað, hann minnist, hevur hann eisini verið tjóðveldismaður. Hann er fullveldismaður av besta slag.
Í valstríðnum legði hann eisini størstan dentin á tann meira tjóðskaparliga partin.
?Politikkur má førast eftir alt eftir, um vit vilja hava eitt sjálvstøðugt land ella ikki, sigur Rúni Hentze.
Tríggjar mánaðir eftir valið, ó ólavsøku, fekk Rúni sín elddóp. tá hann í aftastu røð gekk skrúgongu saman við hinum tingmonnunum.
Nú, hann er komin á ting, ætlar hann leggja skipara gerningin á hillina eina tíð, og ístaðin nýta alla sína tíð til tingarbeiðið.
?Eg havi fylgt eitt sindur við í arbeiðinum hjá tinginum, men tað er givið, at eg skal seta meg inn í eina øgiliga rúgvu. Eg verið kanska eitt sindur friðarligur at byrja við, men eg ætli mær sanniliga eisini at tosa, tá eg fái møguleikan, sigur Rúni Hentze, ið sostatt verður triði skiparin millum tingmenn Tjóðveldisfloksins. Hinir eru Niklái Petersen og so sjálvandi eisini Tórbjørn Jacobsen.
Og tað verður væntandi eisini á tí tjóðskaparliga økinum, at vit mestur fara at hoyra tað gretta frá Rúna.
?Eg eri fyri einari skipaðari loysing. Verandi leistur er góður, og hesin er í veruleikanum tann sami, sum undanfarna samgonga førdi, sigur Rúni Hentze.
Verja oynna
Sum vera man ætlar Rúni eisini at leggja seg eftir at tosa fyri sandoyingar á tingi.
?Her mugu skapast fleiri trivnaðarmøguleikar fyri ungdómin í oynni. Eitt nú við við fleiri fráferðum við Teistanum, soleiðis at ungdómurin ikki blívur burtur frá oynni, sigur Rùni Hentze.
Nýggi tingmaðurin hoyrir eisini til tann bólkin av Sandoyingum, ið fegnir vilja síggja eina ítróttarhøll í bygdini. Ongantíð ov skjótt, sigur Rúni.
Nýggi tingmaðurin ætlar harumframt at lurta eftir fólkinum í oynna, nú hann fer um tinggátt.