VITJAN
Danski uttanríkisráðharrin Per Stig Møller var á fyrsta sinni sum uttanríkisráðharri í Føroyum á stuttari arbeiðsvitjan mánadagin og týsdagin. Tað er ætlanin, at uttanríkisráðharrin skal koma til Føroya eina ferð um árið. Orsøkin er fyrst og fremst tann, at uttanríkismál ikki eru føroyskt málsøki, og sostatt skulu føroyingar kunnast um ymisk viðurskifti.
Og soleiðis var eisini hesaferð. Steðgurin í Føroyum var smáar 30 tímar, og uttanríkisráðharrin kláraði tríggjar fundir og nakrar máltíðir, áðrenn hann setti fór aftur til Danmarkar við flogfari hjá donsku verjuni.
Av tí at Danmark átti formansskapin í ES seinasta ár, so var Per Stig Møller ikki í Føroyum tá.
Umframt at vitja hjá rískisumboðnum og útferðir, m.a. í Haldórsvík, so var Per Stig Møller á fundir við løgmann, landsstýrið og uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.
Dagsskrá
Á dagsskránni á fundinum við løgmann vóru nógv ymisk mál. Fyrst og fremst kunnaði danski uttanríkisráðharrin um ymisk uttanríkisviðurskifti, sum víkja Føroyar og Grønlandi.
Tosað varð eisini um støðuna hjá Føroyum í mun til ES. Per Stig Møller heldur, at tað kanska meira er ein spurningur um tíð, áðrenn Føroyar gerast partur av ES. Hetta tí at ES veksur skjótt, og flestu av londunum rundanum Føroyar gerast partur ella eru partur av ES.
Annars tosaðu Per Stig Møller og Anfinn Kallsberg um millum annað Russland og NATO.
Báðir tveir hildu, at talan hevði verið um ein góða og gevandi fund.
Teir báðir hittast aftur komandi ár.