At vera inni á vøllinum í einum dysti sum mansfinaluni leygardagin, er óivað nóg slítandi, um tú ert ÍF-ari. Men at standa uttanfyri og skula halda skil á øllum sum venjari, krevur eisini sítt.
– Eg var meira spentur í fimta setti, heldur enn nervøsur, men tað er øgiliga ofta, at tað liðið, sum er frammanfyri, hevur yvirskot. Allíkavæl skal ofta lítið til at knekka teir, og tað gjørdu vit, tá vit fingu nakrar góðar servur inn, segði Suni Hansen, ið annars tók soleiðis saman um dystin.
– Vit vunnu fyrsta og annað sett rímiliga sett, og hóast vit vóru aftanfyri í øðrum setti, vunnu vit tað allíkavæl. Eisini byrjaðu vit triðja sett væl, men so tóktist tað, sum menn koblaðu úr. Tað eydnaðist okkum at koma afturíaftur, og at vit kempaðu til tað síðsta, gjørdi munin.