– Skal hetta vera lagið, kann alt gera tað sama.
Erhard Jacobsen er talsmaður fyri bólkin í Vágum, sum stríðist fyri at fáa bummgjaldið avtikið.
Í tí sambandi fóru tey eisini fyri trimum vikum síðani at savna inn undirskriftir við kravi til politiska myndugleikan um, at bummgjaldið verður avtikið. Undirskriftirnar skulu handast landsstýrismanninum í samferðslumálum, Henrik Old.
Higartil hava tey fingið slakar 800 undirskriftir, men tær eru næstan allar frá fólki, sum hava tilknýti til Vágar, tí bara okkurt hendinga fólk aðrastaðni frá hava skrivað undir.
Tað kundi bent á, at tað kanska ikki er eitt so stórt fólksligt krav, at bummgjaldið verður avtikið, ella hvat, spyrja vit Erhard Jacobsen.
Men tað er hann ikki samdur í.
– Vit hava fingið slakar 800 undirskriftir uttan at hava gjørt nakað serligt arbeiði fyri at fáa fólk at skriva undir.
Men hann sigur, at nú fara tey at leggja eitt størri arbeiði fyri at gera vart við innsavningina, og tá væntar hann at nógv fleiri fólk fara at skriva undir.
Annars heldur hann, at tað er nátúrligt, at tað mest eru fólk við tilknýti til Vágar, sum hava skrivað undir, tí tað eru tey, sum hava beinleiðis áhugað í málinu.
Men hann ásannar kortini, at tey eru vónbrotin av, at fólk aðrastaðni frá ikki skriva undir.
Hann heldur, at tað er eitt sindur harmiligt, at restin av Føroya fólki ikki stendur saman við einum minniluta, sum vágafólki, um at fáa politiska myndugleikan at halda avtaluna, tey tvíhalda um, er um. at bummgjaldið skal avtakast.
– Standa føroyingar aðrastaðni ikki saman við okkum í hesum máli, kunnu vit í Vágum eisini vera líkaglað, tá ið onnur eru fyri vanbýti. Hví skulu suðuroyingar so vænta stuðul frá okkum í royndunum at gera tað bíligari at ferðast um Suðuroyarfjørð, sigur hann.
Les eisini: Hótta við at draga landsstýrið í rættin
– Tað er av allarstørsta týdningi at allir føroyingar standa saman um eitt mál sum hetta, og at eisini onnur enn vágafólk standa saman við okkum. Gera vit ikki tað, kann alt vera tað sama sigur Erhard Jacobsen.