Høvdu væntað felags foreldramyndugleika

Nevndin í LGBT Føroyum er kortini takksom fyri, at andstøðan arbeiðir við barsilsskipanini

Nevndin í LGBT Føroyum er takksom fyri, at andstøðan í løtuni arbeiðir við einum uppskoti at síðustilla samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini. Tað hevði kortini verið ynskiligt, at uppskotið, ið andstøðan arbeiðir við í løtuni, rakk eitt sindur longri enn bert at bøta um barsilsviðurskiftini hjá LGBT persónum í Føroyum.

Tað sigur Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur í LGBT Føroyum.

Hervør Pálsdóttir kunnaði fyrrapartin í dag um, at teir tríggir andstøðuflokkarnir, Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, arbeiða í løtuni við einum uppskoti, ið skal síðustilla samkynd foreldur við hinskynd í barsilsskipanini.

Har liggur kortini einki uppskot á borðinum í løtuni, ið skal tryggja rættin foreldrarættin hjá samkyndum til børn teirra frá føðing.

– Vit hava bara vónað, at tað eisini fór at koma eitt uppskot, sum gjørdi tað møguligt hjá samkyndum foreldrum at gerðast foreldur við føðing.

– Tað [...] hevði faktiskt verið tað størra og betra málið. Tí um barsilsskipanin verður broytt, so broytir tað ikki tann veruleikan, at samkynd foreldur ikki kunnu flyta heim uttan at missa foreldrarættin hjá sær, sigur Annlis Bjarkhamar og vísir á søguna, sum Annika S. Vang herfyri greiddi frá í Kringvarpinum.

Annlis Bjarkhamar vísir víðari á, at tað eru ikki stórar løgfrøðiligar forðingar fyri, at lógin kann broytast.

– Tað er ikki ein serliga stór broyting í "lov om børns rettigheder", sum skal broytast. So vit høvdu vónað, at nú mann fór eftir hesum, tók mann bæði tað við foreldramyndugleikanum og barsilsskipanini við, tí tey tingini hanga øgiliga væl saman við teimum rættindunum, sum samkynd foreldur hava í Føroyum. Men sjálvandi eru vit takksom fyri, at andstøðan tekur hetta málið upp um barsil, tí tað er umráðandi, sigur Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur í LGBT Føroyum.