Høvdu uppiborið eitt stig

U21: Eysturríki streyk avstað við einum teprum og heldur óuppibornum 1-0-sigri.

Føroyska U21-landsliðið spældi í dag seinasta dystin í EM-undankappingini, tá ið Eysturríki, sum er nummar tvey í undanbólki 7, var á vitjan á Svangaskarði. Tað var longu greitt undan dystinum, at Føroyar – óansæð úrslit – fór at enda aftast.

 

Føroyar var væl við í fyrra hálvleiki. Við ágangandi spæli løgdu teir í heilum upp ímillum tað eysturíkska spælið, sum ongantíð kom á glið. Føroyar spældi seg eisini í nakrar rímiligar støður, men ikki til nakran stóran málmøguleika.

 

Alt bendi á, at fyrri hálvleikur fór at enda málleysur, men fá sekund áðrenn hálvleiksbrísklið tók Eysturríki av einum av fáu møguleikunum. Tað var miðverjin, Christian Schoissengeyr, sum var hægstur og stútaði eitt hornasparksinnlegg í málið.

 

Sum seinni hálvleikur leið legði Føroyar størri og størri trýst á Eysturríki, og at enda var Føroyar greitt omaná og beinleiðis hevði uppiborið í minsta lagi tað eina stigið. Gestur B. Dam misnýtti fríleypara, Jákup Thomsen skeyt fáar sentimetrar upp um umframt aðrar góðar støður.

 

Í evstu løtu kendu føroyingar seg eisini snýttar fyri brotsspark, tá ið eysturríkski málverjin boksaði Jákup Thomsen í høvdið meira enn hann boksaði bóltin. Jákup small í vøllin og fekk alt fyri eitt eina risa kúlu omanfyri eygað, men norski dómarin lat tó ikki við seg koma.

 

Hóast eitt sera gott føroyskt avrik í dag, so fekk Eysturríki ein heldur óuppibornan 1-0-sigur. Eysturríki er á øðrum plássi í bólkinum, meðan Føroyar nú hevur spælt seinasta dystin í hesari undankappingini. Úrtøkan gjørdist eitt stig, sum kom í hús umvegis 1-1-javnleik ímóti Aserbadjan.

 

Dysturin í dag var serligur á tann hátt, at hetta var seinasti dystur við Bill McLeod Jacobsen sum U21-landsliðsvenjara. Hann takkar fyri seg eftir 10 ár í starvinum.