Høvdu uppiborið betri

Tór Ingar Akselsen sat einsamallur á útskiftingarbeinkinum eina góða løtu aftaná dystin, hann var skiliga vónbrotin um, at 07Vestur ikki fekk sigurin til høldar ímóti B36.

– Eg haldi, at vit høvdu uppiborið betri enn einki stig í Gundadali í dag. Tór Ingar ásannar, at stóru málmøguleikarnir sum Da Silva og Jóhan Petur á Stongum misbrúktu gjørdist dýrir.

– Høvdu vit skorað uppá bara ein av hasum trimum møguleikunum, so trúgvi eg uppá, at vit høvdu fingið sigurin í hús. Tá tað so ikki hendir, og teir skora uppá tilvildarligar málmøguleikar, so er tað ræðuliga harmiligt. Hesin dysturin og dysturin ímóti EB/Streymi (3-5 tap red.) hava tikið serliga hart. Vit hildu fast, og vóru á odda leingi, men í báðum førum taptu vit ímóti endanum, og tað er ræðuliga tungt, staðfestir Tór Ingar Akselsen.

Tór Ingar slær eisini fast, at teir hava ikki mist mótið í 07Vestur:

- Vit vísa dyst aftaná dyst, at vit væl kunnu vera við, og í dag vóru vit so tætt við, sum vit kundu vera yvirhøvur kundu vera.