Fyri fyrstu ferð í søguni hjá felagnum hevði norska alifelagið - Nordlaks - í 2019 ein umsetning, sum var á stívliga tríggjar miljardir norskar krónur.
Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi, sum eitt nú iLaks endurgevur burturúr.
Alifelagið vísir á, at 2019 var merkt av stórum algutrupulleikum, íløgum á 850 miljónir norskar krónur og klárgering av alibrúki.
Men, felagið er nøgt við úrslitið. Eftir at felagið hevði goldið 213 miljónir krónur í skatti, var ársúrslitið 788 miljónir norskar krónur.
Hóast algutrupulleikin merkir úrslitið, og íløgurnar í fjør vóru stórar, eru tey í felagnum samanumtikið nøgd við úrslitið.
- Vit fegnast eisini um, at vit í 2019 fyri fyrstu ferð høvdu ein umsetning á meira enn tríggjar miljardir krónur, sigur samtaksstjórin í Nordlaks, Eirik Welde.











