Løgreglan í Italia hevur lagt hald á umleið 18.000 fornlutir, sum óviðkomandi høvdu tikið úr trimum fornminnaútgrevstrum nærhendis Rom. Millum annað er talan um eitt stað í landnyrðing úr Rom, har fornfrøðingar hava leitað eftir lutum frá fjórðu og fimmtu øld fyri okkara tíðarrokning.
Enn hevur løgreglan ikki tikið nakran í sambandi við fornminnastuldurin, men løgreglan hevur fingið nøvnini á fimm monnum, sum verða sagdir at hava lagt stuldurin til rættis.
Løgreglan bleiv boðsend, tá onkur kom fram á eina gamla marmorkistu nærhendis Via Tiburtina beint uttan fyri Rom. Tað vísti seg, at onkur hevði tømt kistuna og sett hana eftir við vegin.










