Høvdu tamarhald á dystinum fram til 2-2 málið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hjálparvenjarin hjá HB ergrar seg um tapið, men staðfestir, at liðið hevði góðar løtur í dystinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Albert Ellefsen, hjálparvenjara hjá HB, aftaná 2-3 tapið hjá HB ímóti B36, har HB eitt skiftið var á odda 2-1.

 

Albert Ellefsen heldur, at HB spældi betur í fyrra hálvleiki, og tann fyrsta partin av seinna hálvleiki. Hann heldur HB hevði tamarhald á spælinum, men so vóru teir ikki nóg vaknir, tá B36 javnaði til 2-2. Eftir hetta tók B36 yvir, og HB slapp ikki til orðanna aftur í dystinum.

 

Albert Ellefsen er tó við gott mót enn. HB hevur 17 stig, og Víkingur tapti í kvøld, so alt er opið í effodeildini.