Sigrun Helga, Elna og Anja á Junkaranum vóru sera væl nøgdar við teirra róður. Tær høvdu ein sera góðan endaspurt, sum tók tær fram á eitt deilt 2. pláss við Blik.
? Vit eru væl nøgdar, tí vit høvdu ein alvorliga góðan endaspurt. Vit høvdu ein ringan start, men komu so við í miðróðrinum. Og í endaspurtinum tóku vit nógvar bátar, siga tær. Elna, sum er róðurskvinna sigur, at hon ikki visti hvat nummar tær vóru. ? Eg sá, at vit vóru væl við, men tað var eitt ivamál, hvat nummar vit lógu. Tað var tætt, og vit ánaðu ikki, hvussu tað hevði gingist tá vit komu inn um linjuna. Vit vistu allíkavæl, at vit vóru ímillum fimm teir fremstu bátarnar. Men so kom formaðurin út við maskinbáti, og segði okkum, at vit vóru blivnar nr 2, saman við Bliki. Vit vóru ræðuliga glaðar!
Tær flestu á Junkaranum hava róð í fleiri ár, tó er ein, sum ongantíð hevur róð áður.