Meðan túsundtals av fólkum savnaðust á sandinum í Syðragøtu í nátt at lurta eftir framførsluni hjá MØ, so vóru fimm ungir mans í Havn, ið høvdu sín egna lítla festival.
Klokkan tvey í nátt fekk løgreglan nevniliga eina fráboðan frá grannum til Plantasjuna, at náttarsvøvnurin varð órógvaður av tónleiki, ið kom frá Plantasjuni.
Tá løgreglan kom á staði funnu teir fimm ungar mans, ið høvdu nakrar stórar boomblastarar við sær og høvdu sítt egna ball.
Tað er ikki lov at halda slíkan gang á almennum plássi uttan serligt loyvi á náttartíð, og tí blivu menninir bidnir um at pakka saman og fara av staðnum, og aktaðu teir boðini frá løgregluni, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.










