Ljósmøðurnar tóku undantøkini aftur leygardagin. - Uttan tað stigið, vóru vit ongan veg komnar, sigur Annika Hoydal.
Ljósmøðrafelagið hevur verið fyri atfinningum orsaka av, at felagið leygardagin tók øll undantøkini aftur fyri verkfallinum. Tvær danskar ljósmøðrar vóru tí til arbeiðis á føðideildini ístaðin, men í dag fóru eisini tær av føðideildini eftir stórt trýst frá danska og føroyska fakfelagnum.
Les eisini: Eingin ljósmóður eftir á føðideildini
Hetta viðførdi millum annað, at Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum, í dag rópti varskó og segði støðuna verða lívshættisliga fyri kvinnur, sum skuldu føða undir hesum umstøðum.
Men Annika Hoydal, forkvinna í felagnum hjá ljósmøðrunum sigur, at høvdu tær ikki tikið undantøkini aftur, so vóru tær ongan veg komnar enn.
Les eisini: Lækni: Spurningur um tíð áðrenn onkur doyr
- Vit góvu undantøk í 15 dagar, og høvdu vit ikki gjørt bart leygardagin, so høvdu vit havt verkfall í minst 15 dagar aftrat, sigur Annika Hoydal og vísir á, at hóast støðan uttan undantøk kann vera hættislig, so er støðan við fáum undantøkum men í verkfallið í longri tíð eisini ring.
Les eisini: So mugu vit fáa treytir hareftir
- Er tað meira forsvarligt at verða leingi í verkfall, og bara veita eitt sindur av hjálp, men ikki nóg nógva. Tað var eisini ein spurningur, vit máttu taka støðu til. Skuldu vit loyva undantøkum og lata verkfallið halda fram í fleiri vikur aftrat, ella skuldu vit taka undantøkini aftur og fáa ein skjótan enda á verkfallinum, sigur Annika Hoydal. Tær valdu tað seinna – at taka undantøkini aftur og vóna, at verkfallið fekk ein skjótan enda.
Í dag endaði verkfallið so og ljósmøðrarnar fara aftur til arbeiðis.