Ingi Olsen, venjari hjá Neistanum, helt ikki, at talan hevði verið um nakran framúr hondbóltsdyst, tá hansara menn hingu við í oddinum við tepra sigrinum á H71.
- Tað er ikki altíð, at spælið verður so pent í slíkum dystum. Men har er spenningur alla tíðina, og vit klára so akkurát at draga longra stráðið.
Men hvat var tað, sum var munurin á liðnum?
- Tað er ilt at siga, tí talan er veruliga um marginalar. Men kanska er tað avgerandi, at vit seinastu løtuna av dystinum fáa verjuna uppaftur. Tá vit klára at bremsa Syhler, sum annars var farin ígjøgnum einar seks ferðirnar, hava teir ikki so øgiliga nógv meira. Og hinvegin hava vit nakrar sterkar einstaklingar, sum tíbetur toga sigurin heim, sigur Ingi Olsen.