Høvdu loynilig nøvn á summarlegu

Brot úr bókini "Tey sóu reytt"

“Í 1972 er marx-leninistisk summarlega í Noregi. Í eina lítla viku tjalda millum annað Arnbjørn Danielsen, Rógvi Thomsen, Kjartan Hoydal, Mikkjal Dánjalsson, Hermann Oskarsson, Elin Henriksen og Eyðun Andreassen á norsku oynni Håøya í Oslofjørðinum.

Á leguni roynir AKP(m-l) at endurskapa mentanarkollveltingina hjá Mao. Legan er eitt slag av uppaling til kollveltingina, tí tað er ikki nóg mikið bara at kenna teoriina, eisini er neyðugt at læra seg at liva lívið rætt, tá tann stóri dagurin kemur, og kollveltingin gerst veruleiki. Umstøðurnar á leguni eru primitivar og puritanskar.

Óttin er stórur millum norsku marx-leninistarnar á leguni í 1972 fyri, at triðja heimskríggj fer at bresta á millum stórveldini Sovjetsamveldið og USA. Norsku luttakararnir eru sannførdir um, at tað er bara einspurningur um tíð, til Sovjet hertekur Noreg. Tí nýta oddafólkini í AKP(m-l) næturnar á leguni á Håøya til at læra seg russiskt, tí tað kann vera hent at duga russiskt, tá ið Sovjetsamveldið hevur hertikið Noreg.

Á Håøya eru greiðar leiðbeiningar um, hvussu tú skalt bera teg at. Luttakararnir sleppa ikki at tosa hvat sum helst niðri við sjóvarmálan ella umborð á bátum, tí norsku maoistarnir bera ótta fyri, at njósnarar kunnu vera á onkrari aðrari oyggj ella í bátum við mikrofonum og taka samrøðurnar upp. Á leguni sleppur tú heldur ikki at eita títt kristna navn. Allir luttakarar hava loynilig nøvn, tí sambært norsku fyrireikarunum er stórur vandi fyri, at fólk missa arbeiðið, um teirra persónligi samleiki kemur í ljósmála. Av reinførisávum skulu hendurnar eisini vaskast í klori, áðrenn farið verður til borðs, og heldur ikki sleppa luttakararnir at smakka sær á. Hetta síðsta er ein beiskur biti hjá føroyingunum.”