Hjálparvenjarin hjá Eysturríki, Andreas Herzog, var heldur speiskur, tá hann gjørdi viðmerkingar til fjølmiðlarnar. – Hetta var nú ikki nakað veruligt hæddarpunkt fyri okkum – at vit bert fingu eitt stig móti Litava og Føroyum. Framúr avrikið móti Fraklandi er gloymt, og vit hava mist góðu støðuna í bóltinum. Tú mást leggja teg á odda móti einum slíkum mótstøðuliði, og um tú ikki skorar, so mást tú ikki gerast bilsin, tá hinir gera tað. Teir skora beint eftir steðgin, og vit høvdu neyðuga hepnið til at javna alt fyri eitt, men eftir tað høvdu vit ikki seinastu orkuna til at avgera dystin. Tað er sjálvandi eitt vónbrot fyri okkum, og vinnur tú ikki á Litava ella Føroyum, skalt tú ikki halda teg hava ein møguleika móti Serbia ella Fraklandi, segði Herzog.