KÍ verjuálitið Atli Danielsen var ikki nøgdur við avrikið móti Skála.
- Tað hekk ikki nóg væl saman millum keturnar, og álopsspælararnir gerast ov einsamallir, tá ið tað gongur so skjótt. Bara seinna partin av 1. hálvleiki, tá ið vit vunnu nærdystir og returbóltar, kendi eg tað soleiðis, at vit vóru væl við. Tá fingu vit bæði málini. Tey komu eftir deyðbóltar, har kvaliteturin er, at Iulian Florescu er sera neyvur skjútti, og vit eiga spælarar, sum hava góða styrki í nærdystum í brotsteiginum.
Atli heldur, at tá ið trý stig eru vunnin í torførari uppgávu á útivølli í fyrsta umfarinum, so er tað ikki nóg gott við javnleiki á heimavølli.
- Men skálamenn vóru kringir, og vit høvdu avgjørt ikki betri uppiborið, heldur landsliðsspælarin hjá KÍ.










