Fótbóltur
Tað var ofta, at føroysku spælararnir venaðu seg á vøllinum í Beograd, og meira enn eina ferð varð el-drivni sjúkrabilurin at síggja á vøllinum.
Men tað var nú ikki altíð, at vandin var so stórur segði Jákup á Borg eftir dystin.
- Vit skuldu taka ferðina úr dystinum, og so mást tú gera tað, sum tú kanst. Hitin var jú øgiligur, so tað ráddi um at fáa teir steðgir, sum kundu fáast. So tað var ikki altíð, at vit høvdu so øgiliga ilt sigur hann.
Og tit megnaðu eisini at taka ferðina av, tá bólturin var í spæli?
- Ja, tað var tað, sum vit skuldu. Hendan spælskipanin er eitt sindur øðrvísi enn hon, sum vit áður hava nýtt, og tað ræður í stóran mun um at minka um renniøkini. Tann parturin eydnaðist eisini sera væl, og ikki minst hevur tað týdning, tá hitin er somikið stórur.