Høvdu fund um adressur

Í farnu viku var norðurlendskur adressufundur í Føroyum. Á fundinum luttóku 47 fólk úr øllum norðurlondum, íroknað Grønlandi og Álandi.

Á fundinum var millum annað tann týdningarmikli leikluturin viðgjørdur, sum adressur hava fyri fólkayvirlit, virkisskráir, postverk og hagstovur. Norðurlendskir adressufundir verða hildnir á hvørjum ári, har skift verður ímillum londini.

Hesa ferð fall tað Føroyum í lut at vera vertur.

Eitt av høvuðsevnunum á adressufundinum í Føroyum var “Adressur til virki, fyritøkur og stovnar”.

Á fundinum kom fram, at flestu londini hava trupulleikar við tilluting av adressum til skúlar, sjúkrahús og sølumiðstøðir. Sama ger seg galdandi í Føroyum, har nógvar stórar fyritøkur mangla alment ásettar adressur. Onnur evni á fundinum vóru nýskipan av fólkayvirlitum, og í hvønn mun adressuskráir verða knýttar til aðrar grundskráir í teimum ymisku londunum.

Á fundinum kom eisini fram, at Taks hevur umleið 200.000 kr. í árligum eykaútreiðslum av, at postur ikki kemur fram. Og Taks er bara ein stovnur – aftursendur postur er somuleiðis ein stór útreiðsla hjá øðrum stovnum og virkjum. Ein álítandi landsadressuskrá, sum er atkomulig hjá øllum, hevði sostatt spart samfelagnum nógvan pening.